B71 og AB skiljast

Tað verður einki felagslið millum B71 og AB komandi kappingarár í Betri deildini hjá kvinnum

B71 boðar í dag frá, at felagið leitar eftir kvinnuspælarum til komandi kappingarár, har liðið fer at spæla í næstbestu deildini. B71 hevur í ár samstarvað við AB um eitt lið í Betri deildini, har tað bleiv til ein sigur í 21 umførum, men nú verður talan um tvey lið í næstbestu deildini.

 

Tað hevur annars verið ein støðug tilgongd í Betri deildini hjá kvinnum, nú feløg sum NSÍ og 07 Vestur eru komin afturat. AB hevur mangan havt eitt gott kvinnulið, men seinnu árini hevur tað staðið so væl til, tí kom eitt samstarv við B71 væl við.

 

Sum støðan er í løtuni, so verður talan tó um átta lið í Betri deildini komandi kappingrár, tí kvinnurnar í suðuroynni hava tilmeldað lið. KÍ vann meistaraheitið fyri triðju ferð upp í slag, meðan NSÍ vann steypakappingina og silvurheiðursmerki í landskappingini.

 

B71 skrivar:

 

B71 hevur samstarva við AB um felags kvinnulið síðani 2017, tá vit byrjaðu í næstbestu kvinnudeildini. Tað blivu til góð úrslit hesi árini í nætbestu deildini, har kvinnurnar endaðu á 3., 2. og 1. plássi.

 

Tíverri megnaðu feløgini ikki stigið upp í bestu deildina og hóast tað ikki eru úrslitini, ið hava borið við sær at talan ikki verður um víðari samstarv í 2022, so hevur tað seinastu tíðina verið greitt at AB og B71 samstarvi í kvinnudeildini verður av ongum komandi ár.

 

AB hevur longu meldað út at tey ætla sær at leika í 1. deild komandi ár. Vit hava seinasta mánaðin kanna grundarlagið fyri einum liðið í næstbestu deildini og niðurstøðan er so tann, at hóast tað ikki verður lætt, so er tað møguligt, um vit gera tingini rætt.

 

B71 hevur tørv á so nógvum kvinnum sum gjørligt at manna ein hóp komandi ár og týskvøldið kl. 18-19 fara kvinnurnar, sum higartil hava játtað seg at leika, at spæla innandura fótbólt í Høllini inni í Dal. Eftir eina stuttliga løtu við innandura fótbólti, so verður boðið til leikarafund kl. 19.00, har allar áhugaðar kvinnur eru vælkomnar at møta og hoyra um ætlanirnar komandi ár og práta um komandi kappingarár.

 

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar Argja Bóltfelag fyri samstarv og vónandi síggjast vit aftur á vølli komandi ár, hesu ferð sum kappingarneytar.