B71-venjarin í fjør, Ole Andersen, er farin til Vágs at vera venjari, og nú fær B71 venjara, sum tvær ferðir áður hevur verið venjari í VB.
B71 og Dragan Kovacivic hava gjørt avtalu um samstarv fyri kappingarárið 2006, skrivar heimasíðan hjá B71.
Dragan Kovacevic kemur til Føroya ein av fyrstu døgunum. Umframt venjarastarvið hjá teimum vaksnu skal hann eisini taka sær av smádreingjum og dreingjunum í felagnum.
B71 hevur havt nógvar útlendingar síðani 1986. Í flestu førum hava tað verið póllendingar, men eisini danir, rumeni, belgiumaður, gambiari, bulgari, eingilskmenn, brasiliumenn og so nú tann fyrsti jugoslavin.










