B71 fer ongan veg

Við stórsigri móti KÍ togaðu sandoyingar seg upp um leirvíkingar í stríðnum um at sleppa undan upp- og niðurflytingardystunum

Tað var ikki við mýkindum at B71 tók ímóti KÍ leygardagin. Her var annars talan um tvey lið, sum á hvør sín hátt hava gjørt spádómunum undan kappingarárinum fyri skommum.
Ikki minst hevur árið verið hugaligt hjá klaksvíkingum, sum vanliga liggja tungt í deildini, men sum í ár fyri tað mesta hava hildið seg omanfyri miðjuna. Hjá B71 hevur støðan hinvegin verið júst tann øvugta. Liðið varð undan árinum spátt ein leiklut í oddastríðnum í deildini, men ístaðin hevur talan fyri tað allar mesta verið um botnstríð.
Men leygardagin lætti B71 sær á í hesum sambandi. Ikki minni enn 6-0 vunnu teir á klaksvíkingum, sum ivaleyst eisini er farnir at merkja týdningin av strikuni, sum hevur við sær, at liðið ikki longur kann læna leikarar av besta liðnum.
Longu fyri steðgin stóð 4-0 til heimaliðið, og so var bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tvær ferðir afturat megnaði heimaliðið at seta bóltin í kassan, og við hesm lyftu teir seg eitt stig upp um LÍF í dystinum um at sleppa av níggjunda plássinum.
Málini hja´B71 skutu Eli Hentze (2), Jónsven Thomsen (2), Tummas Pauli Olsen og Hanus Clementsen.
Tó at liðið nú slapp eitt pláss upp, so eru allar súður ikki syftar enn. Munurin er bara eitt stig, og tað merkir, at tað helst skal okkurt stigið afturat til í teimum báðum seinastu dystunum, sum eru ímóti ávíkavist TB og B68. Samstundis spælir LÍF ímóti ÍF og VB, og á pappírinum tykist tað í øllum førum, sum fáa leirvíkingarnir tað trupult í hesum dystum.