B71 fær spælara úr Betri deildini

1.deild menn: B71 hevur fingið tilgongd av Jónasi Warner

Mynd: (B71/Facebook) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Jónas Warner

B71 boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Jónasi Warner. Hann er uppvaksin í B71, men skifti í vetur til B68, sum spælir í bestu deildini.

 

Nú ger umstøðurnar, at tað passar honum best at spæla við barndómsfelagnum komandi tíðina. Tí hevur B71 leigað miðvallaran restina av kappingarárinum.

 

- Jónas Warner er B71ari aftur í seinnu hálvu av 2023! Ungi heimasandsmaðurin hevur higartil leikt við B68, men tað sum eftir er av kappingarárinum er hann leigaður aftur til okkum og leikar tí í gulum og bláum næstu tíðina, skrivar B71 á Facebook.

 

Jónas Warner hevur fyrr spælt við B36 eisini. Hann var í U21-landsliðshópinum, sum spældi javnleik 1-1 móti Andorra í farna mánaði. B71 liggur í løtuni á sjeynda plássi í næstbestu deildini.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 SKÁLA1512123892937
2 NSÍ15112235142135
3 Víkingur1591534221228
4 158072626024
5 B361562734241020
6 HB155373026418
7 B71155372629-318
8 FC Hoyvík155372333-1018
9 B681532101140-2911
10 EB/S1513111448-346

Mynd: (B71/Facebook) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Jónas Warner