B71 fær nýggja spælara

B71 hevur í dag kunngjørt ein nýggjan spælara, sum kemur úr Danmark

B71 hevur í dag kunngjørt ein nýggjan spælara, sum kemur úr Danmark. Talan er um 22 ára gamla áleyparin, Valdemar Schousboe.

- B71 hevur nógvar mans í hópinum í ár, so tað var við stórum fyrivarni at vit tóku avgerðina at taka mannin heim at royndarvenja i nakrar dagar, men ungi danskarin hevur gjørt um seg teir fáu dagarnar hann hevur verið her, bæði hvat fótbóltsevnir viðvíkir, men eisini í sinnalagið og verumáta. Tað er ongin loyna at ein stórur partur av arbeiðinum ið liggur í at uppbyggja eitt nýtt ættarlið av B71arum kann skjótt fara fyri skeyti, um okkara besta liðs leikarar ikki taka uppgávuna at vera andlitið úteftir í allarstørsta álvara. Tí er tað ikki altíð fótbóltsførleikar, sum eru einamest avgerandi fyri at man sleppur at spæla fótbólt í Sandoynni, men eisini um man hevur rættan hugburð, skrivar B71.

Valdemar Schousboe er 22 ára gamal og kemur frá Marienlyst í Danmark. Hann verður lýstur sum ein væl vaksin, sterkur og tekniskt góður leikari, við serliga sterkum mentaliteti. B71 hevur frammanundan fingið Gustav Wassman úr Danmark og Brian Okpala úr USA.