Líkindini at spæla fótbólt á Dungasandi í Sørvági ígjár vóru góð, tá triðaftasta liðið, 07Vestur tók ímóti aftasta liðnum, B71. Liðini fingu tvey mál og eitt nærum virðisleyst stig í part. 07Vestur kann tó frægari brúka stigið, men fær ÌF fult í Runavík í kvøld, so eru vágamenn undir niðurflytingarstrikuni saman við B71. Hjá B71 munaði eina stigið enn minni. Nú hava sandoyingar 10 stig upp til bjarging, og skal eitt veruligt Landskrona-undur til, um sandoyingar ikki verða at finna í 1. deild komandi kappingarár.
B71 fekk dreymabyrjan
Sandoyingar fingu beinavegin koyrt sand í maskinaríið hjá heimaliðnum á Dungasandi. Tá bert fýra minuttir vóru farnir, vóru sandoyingar á odda 1-0. Dómarin, Ransin Djurhuus metti, at bert 17 ára gamli debutanturin í 07Vestur-verjuni, Ragnar Nattestad tók bóltin við hondini í egnum brotsteigi, og dømdi brotsspark. Heimamennirnir vóru ikki samdir í dóminum, men brotsspark var, og Gudmund Nielsen skoraði trygt uppá brotssparkið.
Clayton javnar
Tað gingu bert sjey minuttir, so datt Jeppe úr barónasongini. Clayton Soares hevur víst seg at verða sera virðismikil fyri 07Vestur í ár, og tá 11 minuttir vóru farnir javnaði brasiliumaðurin við einum bleytum stútara, sum fór framvið Símun Rógva Hansen í málinum hjá B71. B71 hevði seinni eina roynd á tvørtræið, men fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.
Høgni Midjord
framdi einmansavrik
Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki tendraði skálvíkingurin, Høgni Midjord aftur lívsneistan hjá B71. Høgni fangaði bóltin á egnari hálvu, og gjørdi eitt satt ”slalom-raid” gjøgnum verjuna hjá 07Vestur. Komin inn í brotsteigin hjá 07Vestur meddar Høgni til við einum góðum skoti, og B71 er aftur á odda.
Aftur Clayton
Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini dømdi Ransin Djurhuus aftur brotsspark, hesaferð til heimaliðið. Superveteranurin, Jens Erik Rasmussen bjóðaði sær at skjóta. Símun Rógvi Hansen í B71 málinum bjargar, men fær ikki hildið bóltinum. Joseph Bassene fekk samlað bóltin upp, og beint hann inn til Clayton Soares, sum enn einaferð bjargaði 07Vestur, og javnaði til 2-2.
Vóru betri
Símun Rógvi Hansen, sum vardi B71-málið metti, at teir skuldu vunnið: – Vit vóru betur enn teir, og vit koma eisini á odda, bæði 1-0 og 2-1. Og tá eisini verið gott, um verjan hjá okkum hevði ruddað upp, tá eg bjargi brotssparkinum hjá Jens Erik. Vit hava spælt væl upp ímóti bæði ÍF og 07Vestur seinastu dystirnar. Tað er satt at siga ikki nógvur munur á liðunum, segði B71-málverjin aftaná dystin.
Eiga at fáa trý stig
Dánjal Rói Olsen hjá 07Vestur ergraði seg um mista møguleikan at fáa eitt sindur av luft niður til niðurflytingarstrikuna.
– Tað ein møtir einum liði sum B71 á heimavølli, so eigur ein so absolutt at fáa trý stig. Talan gjørdist um ein javnan dyst, eisini í málmøguleikum, segði Dánjal Ròi Olsen, aftaná dystin. Fríggjadagin spælir 07Vestur ímóti Vìkingi á útivølli.