B71 av botninum

Størsta broytingin eftir dystirnar um vikuskiftið er, at sandoyingar nú hava lagt vágamenn aftur um seg í botnstríðnum

 

15. umfar í landskappingini í 1. deild var á skránni sunnudagin. Oddaliðini bæði, B36 og GÍ, vunnu hvør í sínum lagi, men sigurin hjá havnarmonnunum kom í evstu løtu móti B68 í einum annars sera jøvnum dysti.

GÍ vann sín útidyst á FS Vágum, og umframt at GÍ við hesum helt fast um B36, merkti hetta eisini, at vágamenn nú eru á aftasta sessinum í deildini.

B71 vann nevnliga heimadystin á HB við trimum málum móti tveimum.

Annars fekk EB/Streymur rættiliga luft, tá teir á heimavølli vunnu 4-2 á KÍ, meðan NSÍ og VB býttu stigini eftir ein 1-1 javnleik