GÍ-B68 1-2 (0-1)
Gøtumenn hingu við skuffuni, tá Birgir Sondum, sum aftur hesa ferð var sera sannførandi, hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Og tað var ikki so undarligt, at lagið var vánaligt á GÍ. Helgi L. Petersen hevði við góðum stútara eftir langt innlegg úr høgru frá Rúna Justinussen javnað leiðsluna, sum B68 hevði frá fyrra umfarinum. GÍ málið var ein nátúrlig fylgja av stóra trýstinum, sum heimaliðið mest sum allan 2. hálvleik hevði lagt á B68.
Eftir útjavnandi málið helt GÍ á at trýsta. Beint eftir útjavnandi málið varð Rúni Justinussen spældur leysur inn um í høgru, men Magnus Poulsen, sum fyri tað mesta var stinnur í B68 málinum, kom langt út í brotsteigin og hálvbjargaði. Gøtumenn høvdu tað mesta av seinna umfarinum lætt við at leggja høgar bóltar úr høgru og í brotsteigin. Teir stríddu seg til fleiri hornaspørk, sum tað stóðuast spentar støður av, og tað líka sum lá í luftini, at teir skuldu fáa sigursmálð.
Óli Hansen var tætt við, Henning Jarnskor sendi uppum eftir fríspark frá Paula Jarnskor, og soleiðis kundu vit hildið á. Men GÍ fekk ikki mál, og fram móti endanum mundi tað kennast sum eitt stórt vónbrot, at teir tveittu alt fyri borð.
Avgerandi málið
Sigursmálið fekk B68 fimm minuttir undan leikloki. Tað var ein gáva frá Bartali Eliasen, sum var so harmur, at hann næstan ikki orkaði at lyfta seg upp aftur. GÍ hevði leingi trýst og kroyst B68 aftur á vøllin. Burtursæð frá einum langskoti, sum fór við síðuna av málinum hjá Sunvardi Joensen, høvdu toftamenn einki havt at bjóða uppá.
So var tað, at Øssur Hansen stakk ein flatan bólt fram í høgru, Marcello royndi eftir honum, men Bartal Eliasen fekk fult tamarhald á støðuni. Inntil hann í besta Jesper Olsen stíli av baklinjuni legði inn fyri málið, har bólturin fór framvið Sunvardi Joensen. Marlon Jorge setti innaru síðuna á, og gestirnir jublaðu.
GÍ tveitti alt fram. Hans Pauli Petersen, sum var komin á vøllin, sendi langskot í tvørtræið. Hetta var tað næsta, sum heimaliðið kom útjavningini.
Onga luft
B68 hevði í fyrra umfarinum yvirtakið. Tað vóru møguleikar báðar vegir, men tað var bara B68, sum fekk úrtøku. Serliga í 1. hálvleiki var Øssur Hansen framúr (saman við Arnbirni Danielsen). Øssur átti mest sum alt málið, sum B68 fekk í 14. minutti. Fyrst dróg hann einar tríati metrar í vinstru, og so hevði hann yvirskot at senda neyvan krossbólt í høvdið á Súna Fríða Johannesen, sum takkaði fyri.
Í 1. hálvleiki hingu keturnar hjá B68 fyri tað mesta hampuliga væl saman. Í 2. hálvleiki var tað heilt galið. Liðið varð togað sundur, og tað var heilt eyðsýnt, at nógvir av spælarunum ikki høvdu orku at fylgja við í verjupartinum, og álopsparturin var so at siga burtur. Miðvøllurin varð liðaður av um tvøran, og í borðunum var lætt hjá GÍ at koma ígjøgnum.
At GÍ í 2. hálvleiki ikki megnaði at fáa úrtøku burturúr, sum gav teimum øll stigini, var fráboðan um, at í løtuni eigur GÍ ikki eitt lið, sum kann hugsa um annað, enn at sleppa undan botninum. Toftamenn høvdu einki at bjóða uppá í 2. hálvleiki, men teir fingu øll stigini. Tað var heppið, tá mett verður út frá avrikinum, og tað kom væl við. Ikki minst tá havt verður í huga, at Fróði Benjaminsen og Jan C. Dam ikki vóru við, umframt Jákup Eli Olsen, sum tað verður leingi at bíða eftir.
GÍ-B68 1-2 (0-1)
0-1: Súni F. Johannsen 13.
1-1: Óli Hansen 65.
1-2: Marlon Jorge 85.
Dómari: Birgir Sondum
GÍ:
Sunvard Joensen ? Bartal Eliasen, Áslakur R. Petersen, Martin Thomsen ? Rúni Justinussen, Helgi L. Petersen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Súni Olsen ? Óli Hansen, Henning Jarnskor
B68:
Magnus Poulsen ? Mannbjørn Nesá, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus ? Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellinom bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.
Ikki ósamdur
við Hvítubók
Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:
?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.
?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.
?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.
Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.
Hví fara yvir um
ánna eftir vatni
Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.
Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.
Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.
Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.
Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.
Landsstýrið hevur
gjørt sakina danska
Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.
Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.
Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.
Aftur sum av torvheiðum
Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.
Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?
Seta framtíðina veð
Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard