B68 hevur mist fleiri leikarar, síðan kappingarárið í fjør. Teir við størst ávirkan, sum eru farnir, eru helst Jóan Símun Edmundsson, sum nú er í Newcastle, og Nenad Stankovic, sum nú spælir fyri Víking.
Hetta fær uttan iva við sær, at fleiri av ungu toftamonnunum, sum ikki higartil hava verið lyklaleikarar, veruliga skulu royna seg.
Ein av teimum er 19 ára gamli miðvallarin, André Olsen, sum eisini er sonur Jógvan Martin Olsen, sum jú hevur fingið Nenad Stankovic á sína taktikktalvu.
– Tað er gott fyri meg, at Nenad er farin.. Nú verða vit tríggir ungir spælarar, sum skulu kappast um plássið hjá honum á miðjuni, og tað er hugaligt at vita, at bara Ndende er sjálvsskrivaður í mittastu ketuni, sigur André Olsen, sum veruliga hevur góðar vónir til sín sjálvs í ár.
Blivin sterkari
André Olsen hevur seinastu tvey árini fingið møguleikar at spæla fyri B68, men enn hevur hann ikki veruliga sligið til, og tað er eisini nakað 19 ára gamli miðvallarin hevur tosað við pápa sín um.
– Vit tosa sjálvandi nógv um fótbólt, og pápi er helst tann, sum hevur hjálpt mær mest við fótbóltinum, tí hann hevur altíð nøkur góð orð til mín, hóast vit ikki altíð eru samdir, greiðir ungi toftamaðurin frá, og staðfestir, at hann ongantíð hevur kent seg so kláran at spæla, sum júst í ár.
– Trupulleikin hjá mær hevur verið, at eg havi verið ov veikur. Tí havi eg ofta trekt meg úr nærdystum. Men soleiðis hevur ikki verið higartil í ár. Eg havi vant við vektum síðan oktobur. Tað sæst á vektini, og nú byrji eg eisini at føla, at tað ger mun á vøllinum, sigur André Olsen.
Klárur at taka av
Hóast André Olsen seinastu tvey árini hevur fingið rættiliga nógvar minuttir á vøllinum, so skilir hann væl, at hann higartil ikki hevur verið mettur stuðulsspælari á liðnum.
– Eg eri ein typa, sum hevur verri við at sláa ígjøgnum, tí eg eri ikki so skjótur og var heldur ikki sterkur. Tað er ringt at klára seg bara við teknikki og yvirblikki, sum eg haldi hava verið mínar sterkaru síður, greiðir hann frá..
Og hóast hann er greiðir yvir, at tað verður væntað meira av honum, enn tað hevur verið, so følir hann seg kláran at taka av møguleikanum.
– Eg fari sjálvandi at spæla fyri møguleikanum, men Bill, venjarin, plagar at siga, at nógvir spælarar ikki eru klárir fyrr enn teir eru eini 23, so upp á tann mátan havi eg góða tíð, tí trupulleikarnir hava verið, at eg havi verið ov seinur, veikur og bangin, og tí er realistiskt at arbeiða við, sigur hann.
André Olsen greiðir víðari frá, at hóast hann følir okkurt slag av pressi, so er tað ikki frá týdningarmiklu persónunum.
– Teir, sum hava nakað at siga, eru venjarin, pápi og Øssur Hansen, sum veruliga er eina fantastiskur leikari fyri B68, og frá teimum føli eg onki press, slær ungi miðvallarin fast.
U21 er eitt mál
Men hóast hann ikki beinleiðis følir nakað trýst, so hevur André Olsen nøkur mál.
– U21 kappingin verður liðug í ár, so málið kundi verið at sloppið við til næstu undankapping, og so vil eg sjálvandi gera tað so gott sum gjørligt her á Toftum, sigur hann.
Og júst fyri bygdarfelagið hevur André Olsen eisini nøkur mál.
– Vit blivu nummar seks fyri tveimum árum síðan og nummar fimm í fjør, so tað hevði verið stuttligt, um vit kláraðu at fáa fjórða pláss, heldur André Olsen, sum í ár, helst fær ein meiri týðandi leiklut fyri B68.