B68 tapti á Svangaskarði

Við sigri á útivølli hevur Giza Hoyvík tryggjað sær plássið í næstbestu deildini

Dreymurin hjá toftamonnum um næsta ár aftur at spæla í fremstu røð fekk í dag eitt skot fyri bógvin.

Giza Hoyvík, sum hevur verið hótt av niðurflyting, var gestur á Svangaskarði. Gestirnir eru á veg til hús við 1-0 sigri. Einsamalla málið skoraði Ahmed Keita, tá ið tað restaðu fimm minuttir.

Heimaliðið hevði bóltin nógv mesta partin av tíðini, og tað vóru fleiri spentar støður, uttan at tað eydnaðist heimaliðnum at umseta møguleikar til mál.

 

Úrslitið ber við sær, at Giza Hoyvík er sloppið undan hóttanini av niðurflyting og harvið aftur næsta ár verður í næstbestu deildini.

Undan tveimum teimum seinastu umførunum er Giza Hoyvík á sjeynda plássi við 32 stigum. Tað eru átta stig aftur til níggjunda plássið.

 

At B68 tapti eru góð tíðindi hjá teimum í 07 Vestur. B68 er á fjórða plássi, og nú eru sannlíkindini størri enn tey vóru undan hesum umfarinum fyri, at tað ikki fer at eydnast toftamonnum at vinna heiðursmerki. Um tað endar soleiðis, so verður tað bara ein uppflytari úr næstbestu deildini, og so sleppur 07 Vestur undan at flyta niður – hóast liðið endar á níggjunda plássi.