B68 tók alt og øll við nøsini

B36 megnaði ikki at fáa bóltin framvið B68 málverjanum, sum saman við liðfeløgunum framvi framúr arbeiðsavrik á Tórsvølli

Tað endaði málleyst í góðveðrinum á Tórsvølli, og tað er ógvuliga týðuligt, hvat liðið er, sum kennir seg hava vunnið eitt stig, og hvat liðið er, sum kennir seg hava tapt tvey stig.

Uppflytararnir í B68 stórfegnast saman við trúføstu viðhaldsfólkunum. Eingin hevði roknað við, at tað skuldi eydnast toftamonnum at vinna stig í Gundadali. Eitt prosent av tipparunum góvu B68 eitt stig, og 98 prosent av tipparunum væntaðu, at B36 fór at vinna.

FM1 hevur í dag havt frásøgufólk í Fuglafirði og nú í Runavík. Eingin spenningur varð mettur at fara at verða um úrslitið í Gundadali. Men Øssur Hansen og hansara menn vildu og megnaðu tað øðrvísi.

Kári J. á Høvdanum legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá ið klokkan vísti 96 minuttir, og hann brígslaði av, stóðu heimamenninir sum slignir á nevið. Teir høvdu ikki megnað at vinna favorittsigurin, og sum dysturin leið, og B36 legan av góðum grundum var alt meiri frustrerað, so var einki at siga til, at B68 avrikið bar stig við sær.

Joakim Jurs var framúr í málinum, og úti á vøllinum stríddust allir fyri ein og ein fyri allar, og so megnaðu uppflytararnir at halda høvdið kalt, at varðveita verjuskipanina og at varðveita bóltin og fara í álop, tá ið tað bar til.

Hann verður ikki altíð roknaður at vera fremsti stríðsmaðurin, men í dag var fyrrverandi B36 spælarin Lukasz Cieslewicz, sum nú er framrættaður á B68 liðnum, millum teir, sum runnu heilt nógv, og sum taklaði og vann nærdystir.

Javnleikurin er veldug uppreisn hjá B68 eftir vónbrotið í Sørvági fyri einari viku síðani, og hjá B36 er hetta øgiligtbakkast eftir sigur í Sørvági og javnleik ímóti HB.

At spælararnir í miðal verða roknaðir at vera væl betri enn mótstøðumenninir, er ikki altíð nóg mikið. Tað kundu teir í B36 staðfesta í dag, nú grammu, røsku og óføru uppflytararnir av Toftum megnaðu javnleik á Tórsvølli.