Tað var eingin ivi um, hvat felag var botnlið, og hvat av teimum báðum liðunum í góðveðrinum á Svangaskarði sunnudagin umboðaði felagið, sum er best fyri í kappingini um bronsukrónurnar.
Fyrra umfarið var hálvrunnið, áðrenn tað kom hol á, og áðrenn B68 økti til 2?0, hevði FS Vágar ein sera stóran møguleika at javna. Men breiddin hjá B68 var størri, spælararnir tóktust vera betri fyri, teir vunnu nærdystirnar og arbeiddu meiri, og alt hetta hevði við sær, at B68 hevði málmøguleikar omaná málmøguleikar.
Meiri framrættaðir
B68 legði beinanvegin stórt trýst á vágamenninar. Hesa ferð var útgangsstøðan hjá Jóannesi Jakobsen heldur 3?4?3 enn 4?4?2. Kongstankin tóktist vera at toga spælið so langt í borðini, sum tað bar til. Tí vóru Arnold Joensen í høgru og John Heri Dam í vinstru í álopinum saman við Súna Fríða Johannesen.
Tað var kanska roknað við, at FS Vágar fór at koma á Svangaskarð við tíggju ella ellivu monnum í egnum brotsteigi. Tað gjørdu vágamenn ikki. Teir luttóku í spælinum frammi á vøllinum. Tað hevði við sær, at teir spældu seg til einstakar málmøguleikar ímóti tunnu B68 verjuni (nógvir spælarar tóktust hugsa um at taka lut í málveitsluni, sum teir roknaðu so nógv við), men tað hevði eisini við sær, at B68 miðvallararnir høvdu lætt spæl.
Henda støðan kom serliga væl við hjá Fróða Benjaminsen, sum hesa ferð hevði meiri pláss at dusa sær á, enn hann ofta plagar at hava.
Málini
B68 kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fróði Benjaminsen var arkitekturin og avsluttarin. Arnold Joensen var bandi í eitt tvey samanspæli, áðrenn leikbannaði landsliðsmaðurin setti hol á málskjótingina.
Ein minutt undan hvíldini økti Súni Fríði Johannesen. Uppspælið áttu teir báðir vinstrabeintu hjá B68. Eftir eitt tvey við Jákup Eli Olsen kom John Heri Dam, sum rættuliga hevur fingið høvdið fyri seg í B68, væl innfyri, og har var Súni Fríði Johannesen, sum stýrdi bóltinum í kassan.
Stutt frammanundan 2?0 málinum fekk Birgir Joensen ein góðan møguleika, eftir at B68 hevði mist í uppspælinum. Birgir Joensen sneiddi framvið málverjanum, men skotroyndin var ikki nóg neyv.
Fýra minuttir eftir steðgin var greitt, at sigurin fór at vera á Toftum. Eftir hornaspark í vinstru og út frá smekkaði Jann Ingi Petersen til úr stórari fjarstøðu. Málverjin var óheppin ikki at halda bóltinum, og so var Súni Fríði Johannesen fyrstur á returinum.
3?0 gjørdist til 4?0, tá Arnold Joensen setti krúllin undir gott innlegg frá John Hera Dam, og 4?0 gjørdist til 5?0, tá Marcello, sum saman við veteranunum Jan C. Dam og Jan Petersen var komin á vøllin í 2. hálvleiki, stakk fram ímillum til Fróða Benjaminsen, sum takkaði fyri álitið og syrgdi fyri, at tað í kappingini um toppskjúttara sessin í B68 framvegis stendur á jøvnum ímillum liðformannin og Súna Fríða.Johannesen.
Ein av frægaru vágamonnunum slapp at pynta um. Eftir diagonala sending úr høgru, kom Tór?Ingar Akselsen leysur og potaði framvið Kjartani Nesá, sum noyddist at leypa út.
Dysturin í tølum:
B68-FS Vágar 5-1 (2-0)
1-0: Fróði Benjaminsen 22
2-0: Súni Fríði Johannesen 45
3-0: Súni Fríði Johannesen 49
4-0: Arnold Joensen 61
5-0: Fróði Benjaminsen 75
5-1: Tór-Ingar Akselsen 86
Dómari: Petur Skarðenni (LÍF)
B68: Kjartan Nesá ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Súni Fríði Johannesen, John Heri Dam
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Jack Johansen, Vlad Osipov, Poul Kjartan Thomsen, Jákup Joensen ? Tór?Ingar Akselsen, Sonni Johansen, Jón Nielsen, Elfinn Ørvarodd ? Birgir Joensen, Kim Poulsen










