B68 steðgaði NSÍ

Vodafonedeildin - Langa røðin av dystum hjá NSÍ, ið hava givið stig, endaði á Svangaskarði leygarkvøldið, tá B68 vann grannauppgerðina teirra millum. Við sigrinum kom B68 nærri miðjuni og tapið merkir fyri NSÍ, at nú er oddasessurin ikki longur so tryggur

Leygardagin skipaði NSÍ fyri fam­ilju­degi í Runavík, og togtoganin millum allar bygdirnar í umráðnum endaði við, at toftamenn vunnu. So var linjan líkasum løgd, tí tá B68 og NSÍ møttust í oysregni á Svanga­skarði um kvøldið, vunnu tofta­menn eisini.
Tapið merkti ikki, at NSÍ misti oddasessin, tí framvegis eru runa­víkingar tvey stig framman fyri HB. Men hetta var fyrsti ósigurin síðani 18. apríl, tá NSÍ tapti fyri – ja, HB!
Við sigrinum tók B68 eitt týðandi fet burtur frá botninum, har eingin allíkavæl hevði væntað, at tofta­menn fóru at vera, tí til tað er liðið nógv betri enn tey trý, ið liggja niðan­fyri á stigatalvuni.

Tvey tøtt mál
B68 byrjaði best leygarkvøldið, og tað gjørdist sonn dreymabyrjan, tá Øssur Hansen við sínum góða vinstra­fóti sendi eitt fríspark inn í NSÍ-brotsteigin, har Pól Jóhannus Justinussen var hægstur og hart skall­aði bóltin upp í tríkantin til 1-0.
Góða B68-byrjanin helt bara ikki so leingi, so hevði NSÍ yvirtikið tað nógva av spælinum, og síðsta hálva tíman av fyrra hálvleiki áttu gestirnir.
Tvey mál innan fyri tríggjar minuttir fekk NSÍ eisini hesa løt­una. Fyrst skallaði Bogi Løkin til 1-1, eftir at Debes Danielsen hevði lagt væl innfyri, og síðani var B68-verjan um ein háls, so Christian Høgni Jacobsen slapp at skjóta bólt­in í mestsum tómt mál. So var brádliga 2-1 til NSÍ.
Millum hesi bæði málini noyddist Per Langgaard at fara av vølli við skaða, men seinna helmingin av fyrra hálvleiki sá hetta ikki út til at darva NSÍ, ið hevði greiða yvirvág í spæli, samstundis sum B68 ikki kom nærri, enn at hava onkrar skot­royndir útifrá.

B68 sat á øllum
Longu frá fyrstu løtu av seinna hálvleiki, hevði dysturin fingið aðra vend. Beinanvegin trýsti B68, og soleiðis helt tað í grundini fram allan dystin, tí tað var rárasta hend­ing, at NSÍ vann seg fram um miðj­una.
Eitt mál til B68 lá leingi í luftini, og bara fepurbjargingar frá Andras Gango og spælarunum framman fyri hann gjørdu, at einki mál kom, fyrr enn mitt í hálvleikinum, tá fyrst innskifti Dánjal Pauli Høj­gaard royndi seg við skoti, sum NSÍ-verjan blokeraði, so bólturin stakk til Ndende, ið eftir jørð kundi skjóta bóltin í málið til 2-2.
Bara eina lítla løtu seinni kom NSÍ í minniluta á vøllinum, tá Bogi Løkin fekk seinna gula kortið, tá hann leyp upp og loftaði einum bólti, ið var ov høgur til, at hann kundi røkka hann við høvdinum. Eitt refleks ella ótilvitað hending, men dómarin fekk ikki víst nakra náði.
B68 helt fram við sínum trýsti, ið fyri tað nógva snúði seg um at senda høgar bóltar fram til Keita og Camara, og tveir minuttir fyri tíð gav tað úrslit, tá Camara fór um koll inni í NSÍ-brotsteiginum. Øssur Hansen skjeyt brotssparkið trygt í málið, og so var 3-2 til B68 veruleiki.
Sigurin var fult uppiborin, tí B68 so væl megnaði at reisast eftir stegðin, umframt at málkjansirnir vóru so nógvir, at sigurin bara kundi verið størri.
Frøin á toftafólkið var eftir síðsta bríkslið øgilig, so rakettir blivu sendar upp og sigurssangir sungnir, samstundis sum NSÍ-arar­nir fyri fyrstu ferð í 16 dystum máttu fara av vøllinum uttan stig.