B68 spældi javnt í Reykjavík

Toftamenn siga seg vera væl nøgdar við venjingardystin ímóti Fram í kvøld, sum endaði 1-1

Meðan hini liðini í bestu deildini í morgin fara at luttaka í kapping í Gundadali, so er B68 hetta vikuskiftið í Reykjavík.

Í kvøld var venjingardystur á skránni ímóti Fram, sum er gamla felagið hjá Fróða Benjaminsen.

Fram flutti niður úr bestu deildini í 2014 og fyrireikar seg nú til avbjóðingina at lyfta seg upp aftur millum tey bestu.

 

Úrslitið av dystinum millum Fram og B68 var 1-1. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Heimaliðið legði seg framum, men toftamenn svaraðu aftur einar tíggju minuttir undan leikloki.

B68 málið skoraði innskifti Otto Reinert Petersen, eftir at eisini innskifti Esmar Clementsen hevði spælt hann leysan.

 

Úr B68 leguni í Reykjavík frættist, at heimaliðið var kropsliga og í skjótleika greitt omaná, og undan steðginum var heimaliðið leikliga omaná. Eftir steðgin mentist B68, og toftamenn vóru væl nøgdir við avrikið og úrslitið.

Páll Guðlaugsson hevur átjan spælarar við yvir til Íslands. Í kvøld sá B68 liðið soleiðis út: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Albert Johannesen – Petro, Michal – Kristian Anton Andreasen, Búi í Hjøllum, Óli H. Olsen – Carlos

 

Eftir steðgin vardi Fríði Sigurðsson málið. Hinir, sum vórðu skiftir inn: Leivur Højgaard, Esmar Clementsen, Otto Reinert Petersen, Martin Olsen og Jóhannus Hansen. André Olsen er skaddur, og Evrard Blé er ikki við í Íslandi.

Í morgin klokkan 15 skal B68 spæla ímóti Fjølnir. Sunnudagin er venjing á skránni, og B68 ferðalagið fer til hús aftur mánadagin.