Upptakt
Tá B68 sunnudagin fer á heimavøllin á Svangaskarði verður tað við nýggjum ábyrgdarmonnum. Kjartan Nesá og Ingolf Petersen hava nú venjingina um hendi, og teirra fyrsti lutur verður at seta spælararnar upp, so teir kunnu fáa meiri burturúr, enn teir hava fingið í teimum seks umførunum, sum eru spæld av seinna partinum av landskappingini í ár.
Frá og við 10. og til og við 15. umfarinum hevur B68 fingið tvey stig, teir hava skorað fimm mál, og trettan mál eru farin ígjøgnum.
? Sjálvandi hevur tað ikki verið hugaligt. Serliga ikki tá havt verður í huga, hvussu tað gekst í fyrru helvt av kappingini, tá vit vóru millum tey fremstu.
Tað staðfestir B68 liðformaðurin, Hans Fróði Hansen, sum er við aftur, eftir at hann var leikbannaður í Gøtu:
? Lagið hevur verið gott undir venjingunum í vikuni. Vit vóna inniliga, at vit fara at megna at venda gongdini. Tað hevði verið sera hugaligt hjá okkum øllum.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir uttan Jan Petersen, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, og sum framvegis ikki er komin so mikið fyri seg, at hann kann spæla.
Eitt sindur frægari
Í Vági eru teir ? sum so nógva aðra staðni ? farnir at troyttast av fótbóltsárinum. Teir hava síðani eina ferð í august vant tríggjar ferðir um vikuna. Undan summarsteðginum vandu teir fýra ferðir um vikuna.
Allir spælararnir hjá VB eru tøkir, nú teir fara á Svangaskarð. Hjá VB hevur tað ikki vignast serliga væl seinnapartin av kappingarárinum, men tað hevur hilnast betri enn hjá B68. Síðani í 10. umfarinum hevur VB fingið sjey stig.
Hagtølini siga, at tað ofta roynist væl hjá VB á Toftum, har teir ikki hava tapt síðani í 1998. Í landskappingardystinum í Vági fyrr í summar vann B68 2?1.