B68 miðvallarin Andre Olsen var einsamallur málskjútti, tá ið toftamenn vunnu fulla úrtøku ímóti EB/Streymi. Tað er gott lag á heimafólkinum á Svangaskarði. B68 hevur í dag vunnið 1-0 á favorittunum í EB/Streymi.
Einsamalla málið skoraði ungi miðvallarin Andre Olsen miðskeiðis í 1. hálvleiki. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki fyri hands. Andre Olsen, sum ímóti B36 var tryggur úr ellivu metrum, var settur at skjóta, men hesa ferð eydnaðist ikki at seta brotssparkið í málið. René Tórgarð hálvbjargaði, men Andre Olsen var fyrstur á returbóltinum.
Eftir steðgin royndi EB/Streymur at spenna álopsbogan, og B68 legði seg eitt vet longri aftur á vøllin.
Onkrar spentar støður vóru frammanfyri B68 málið, men talan var um uppaftur fleiri upplagdar málmøguleikar í hinum endanum, tá ið toftamenn fóru í mótálop. Tvær ferðir høvdu toftamenn bóltin á træverkinum aftanfyri René Tórgarð.
Hetta var triðja tapið hjá EB/Streymi á útivølli á rað.
B68-EB/Streymur 1-0 (1-0)
Dómari: Georg N. Rasmussen
1-0: André Olsen 25.
Tórður Thomsen ? Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niklas Joensen ? Jónleif Højgaard (Ahmed Keita, 90.), Ndende Adama Gueye, André Olsen, Kristian Anton Andreassen (Óli Olsen, 90.) ? Stig Roar Søbstad (Eli Simonsen, 76.), Ibrahima Camara
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen, Stig-Roar Søbstad, Jóhan Dávur Højgaard, Jónleif Højgaard
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex José dos Santos (Leif Niclasen, 46.) - Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen (Arnar Dam, 46.)
Gult kort: Egil á Bø, Gert Hansen, Marni Djurhuus
---
75 min.
1-0
Royndin hjá EB/Streymi at spenna álopsbogan hevur ikki eydnast. B68 hevur verið uppaftur vandamiklari í mótálopum, og teir hava havt bóltin á stólpanum, men støðan er tann sama.
---
60 min.
1-0
EB/Streymur hevur spent álopsbogan við at seta framrættaða Arnar Dam inn í staðin fyri vongverjan Santos.
EB/Streymur hevur havt bóltin í B68 málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
---
30 min.
1-0
Toftamenn hava lagt seg á odda á Svangaskarði. Málskjútti var miðvallarin Andre Olsen, sum var settur at skjóta. René Tórgarð hálvbjargaði, men Andre Olsen var fyrstur á returbóltinum.
Fyrra partin av 1. hálvleiki var ikki talan um nógvar upplagdar málmøguleikar.
B68-EB/Streymur
Dómari: Georg N. Rasmussen
Tórður Thomsen ? Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niklas Joensen ? Jónleif Højgaard, Ndende, André Olsen, Kristian Anton Andreassen ? Stig Roar Søbstad, Ibrahima Camara.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex José dos Santos - Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen