2. deild
Seinnu árini hevur kappingin í aðru deild mangan verið meira spennandi, enn hon hevur verið í bestu deildini. Tað hevur nærum verið gerandiskostur, at avgerðin um ovastu sessirnar hevur bíðað til seinastu minuttirnar av seinasta umfarinum, og tí hava nógv lið aloftast lagt nógv fyri í royndunum at vinna sær atgongd til bestu deildina.
B68 og hini
Men soleiðis verður tað neyvan í ár. Gaman í er samansetingin soleiðis, at tað eru seks lið, sum kunnu kappast um uppflyting. Sumba(hevur felagslið við VB), B36, GÍ og HB hava longu lið í bestu deildini.
Men tað valdar lítil ivi um, at favoritt-leikluturin neyvan nakran tíð hevur verið so greiður, sum hann er tað hjá B68 í ár. Eftir 25 ár í bestu deildini, gekk alt skeiva vegin hjá liðnum í fjør, soleiðis at niðurflytingin var veruleiki longu á næst seinasta leikdegi, og tað mistakið vilja toftamenn nú rættað. Við leikarum sum Jann Inga Petersen, Øssuri Hansen, Arnbjørn Danielsen, Anderson og ikki minst Julian Johnsson hevur leikarahópurin meira klassa yvir sær, enn hann hevur hjá fleiri liðum í bestu deildini. Og hóast favorittar fyrr eru falnir í stríðnum, so er tykist tað bert kunna ganga ein veg hjá toftamonnunum í ár.
Tað gevur so hinum fimm silvurmerki og harvið upp- og niðurflytingardyst at spæla um, men heldur ikki her tykist spenningurin vera alt ov stórur. Ikki tí. Tað er at kalla vónleyst at gita, hvat av hinum fimm liðunum enda ovast, men eftir øllum sólarmerkjum at døma, so steðgar veitslan eisini her.
Broytta kappingin í fyrstu deild hevur nevnliga við sær, at næstbesta liðið í aðru deild skal hava frí í ein mánað, áðrenn spælast kann móti næstniðasta liðnum í bestu deildini, og so er trupult at síggja, hvussu viðkomandi lið skal vera til reiðar at spæla týdningarmiklan dyst móti einum væl trimmaðum fyrstu deildarliði.
Skal gitast um favorittar millum hini liðini, so kann roknast við, at tað verða B71, FS Vágar og AB, sum fara at stríðast um hesi plássini. Sandoyingarnir vóru í fjør heilt nær við at vinna deildina, og hóast teir ofta kunnu sveiggja eitt sindur í avrikunum, so plaga teir at verða drúgvir. Vágamenn eru kanska í eini endurbyggingarfasu eftir slitið við MB í fjør, men hinvegin kann hetta geva tann róð og tað samhaldsfesti, sum kanska restaði í seinasta ár. Og á Argjum er málið framvegis, at liðið skal upp millum tey bestu í landinum. Leikaratilfarið tykist kanska ikki heilt so sterkt í ár, sum tað var í fjør, men tað verður framhaldandi roynt at draga leikarar til felagið, soleiðis at fyrstudeildarfótbóltur eisini kann gerast veruleiki á Argjum.
Tað er møguleiki fyri, at bæði Royn og LÍF eisini fara at leggja seg út í heiðursmkerkjastríðið. Men skal metast eftir seinnu árunum, so verður talan aftur í ár um eina plasering um miðjuna hjá hvalbingum. Leirvíkingar byrjaðu at kalla á berum í fjør, tá teir settu nógv ungt fólk við, men hóast tað gekk illa fyrstu nógvu dystirnar, so mentist liðið heilt nógv. Og seinnu kappingarhálvu stóð eingin teimum kurl, tá teir drønaðu upp gjøgnum tabellina, uttan tó at koma heilt upp til heiðursmerkini.
Botnstríðið
Tað gevur so eftir øllum at døma eitt botnstríð, har Sumba, B36, GÍ og HB fara at stríðast um at sleppa undan teimum báðum niðastu plássunum.
Tá talan hjá hesum fýra er um eykamanningina hjá liðum í bestu deildini, so er tað fyrst og fremst sessurin í deildini, sum telir. Tað vil alt annað líka vera ein stórur fyrimunur, um teir næstbestu spæla á einum so høgum støði sum yvirhøvur gjørligt, dystarvenjingini at frama.
Men hóast hesa støðu, so kann júst støðan hjá hesum sum »eykamanning« gerast sera avgerandi fyri kappingina. Alt eftir, hvussu gongst við skaðum og leikbannum hjá besta liðnum, kunnu hesi skifta frá at teljast millum sterkastu og veikastu liðini í kappingini. Tí kunnu tey ofta seta kílar í hjá teimum, sum stríðast um ovaru sessirnar, og á tann hátt gera sína avgjørdu ávirkan galdandi. Eisini hóast hetta neyvan røkkur til nakra topp-plasering samanlagt.