Tað hevur verið greitt í fleiri vikur, og leygardagin fingu tey handað gull og silvur. B68 og ÍF hava vunnið uppflyting í Formula deildina, og tað verður í báðum feløgunum arbeitt við at skapa grundarlag undir avbjóðingini, sum sjálvandi verður væl størri, enn hon hevur verið tað í næstbestu deildini.
Í ár flutti annar uppflytarin frá í fjør niður aftur. Hagtølini vísa, at í hvussu so er annar uppflytarin skjótt dettur niður aftur. Tað er at sleppa undan at gerast partur av hesum veruleikanum, at tey bæði á Toftum og í Fuglafirði fyrireika seg.
Í eina tíð heur tað verið greitt, at Jón Simonsen fer at halda fram sum venjari hjá ÍF. Fríggjadagin varð greitt, at Bill Jacobsen verður nýggjur venjari hjá B68. Hann fer at loysa Rúna Nolsøe av. Rúni segði farvæl leygardagin, eftir at hann annað árið á rað hevði staðið á odda fyri liði, sum flutti upp í bestu deildina. Í fjør vandi hann AB.
Bill Jacobsen er ikki púra nýggjur venjari á Toftum. Í fjør hevði hann eftir summarfrítíðina ábyrgdina av Formulaliðnum, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Gongdin hjá Bill og B68 var ikki so galin, men útgangsstøðan var so mikið vánalig, at tað slapst ikki undan niðurflytingini.
Í ár hevur Bill havt ábyrgdina av ungdómsvenjingini á Toftum, og nú verður hann altso høvuðsvenjari í Tofta Ítróttarfelag.
Tað hevur ljóðað, at bæði ÍF og B68 arbeiða við at fáa nýtt fólk. Onkrir av stuðulsspælarunum hjá ÌF hava skrivað undir nýggjar avtalur.
Á Toftum verður roknað við fleiri av teimum, sum hava verið við til at spæla liðið upp í Formuladeildina, men samstundis verður ásannað, at tað verður neyðugt at styrkja um liðið. Onkrir útlendskir spælarar skulu hjálpa til. Unglingarnir hjá B68 vunnu bronsu í FM kappingini í ár. Tað verður vónað, at hesir og ungir spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, í alt størri mun skulu gerast partur at Formulaliðnum. Men tað skal nógv til hjá uppflytarum, um teir skulu standa seg. Tað vísa royndirnar!