Bæði liðini høvdu undan dystinum havt tað striltið og í mun til leikaratilfeingi verið eitt vónbrot. Tey høvdu somuleiðis bæði stóran tørv á øllum trimum stigunum, og tí var væntað, at ein tøtt og spennandi uppgerð fór at seta dagsskránna.
Bæði liðini høvdu eisini nakrar skaðar at dragast við. Av nýggjum skaðum í skaðadarvaðu B68-leguni vóru Jann Ingi Petersen og Niklas F. Joensen limaðir afturat skaðalistanum, meðan B36 framvegis er uttan verjuskansan Jonas Flindt Rasmussen.
Heimaliðið á odda
Tað vóru frálík veðurlíkindi á Svangaskarði sunnudagin, og legði tað lunnar undar einari góðum og ferðmiklum dysti. B68 kom á odda longu í 11. minutti, tá ið Ndende Adama Guéye stútaði eitt hornasparksinnlegg í málið.
Eftir leiðslumálið hjá heimaliðnum settu gestirnir seg á dystin, men teir høvdu - eins og hevur verið alt ov vanligt í ár - trupult við at spæla seg til teir stóru málmøguleikarnar. Meistaraspælið frá í fjør er ikki til at fáa eyga á, og tað var tað heldur ikki henda dagin.
Tað var ein fyrri hálvleikur við fáum málmøguleikum, og hann slapp B68 best frá við 1-0-leiðsluni.
Lukasz javnaði
Í seinna hálvleiki helt B36 fram við at mynda dystin og royndu teir at fáa útjavnandi málið. Á seinasta triðinginum av vøllinum vóru teir lítið avgjørdir, men onkran málmøguleika fingu teir tó. Besta møguleikan fingu teir, tá ið tvørtræið var fyri einum skoti. Besta málmøguleikan hjá B68 fekk Kristian Anton Andreassen, men úr stuttari fjarstøðu fór skotið hjá honum omanfyri.
Sjey minuttir fyri leiklok hevði Lukasz Cieslewicz fingið nóg mikið og tók sakina í egnar føtur. Han gjørdi tað, hann er bestur til, nevniliga at reka framvið trimum mótstøðuleikarum og sendi hann síðani bóltin í netið til 1-1.
Hóast bæði liðini lógu framvið fyri at fáa øll trý stigini við úr dystinum, so máttu tey semjast um remis og dysturin endaði 1-1.
Hetta var ikki meira enn hvørki av liðunum kundu vænta, men hinvegin ikki nakað, tey kundu brúka til tað stóra. B36 er á 6. plássi níggju stig aftanfyri oddaliðið, meðan B68 so dánt heldur seg omanfyri niðurflytingarstrikuna og er á 8. plássi við 11 stigum, sum er eitt meiri enn NSÍ undir niðurflytingarstrikuni.