B68 niðri

Við tapinum fyri Sumba mistu toftamenn seinastu vónina fyri framhaldandi tilveru í aðru deild

Bjargingarroyndin miseydnaðist. Tað má verða niðurstøðan, um tosast skal um lagnuna hjá næstbestu toftamonnunum.
Størsta partin av kappingarárinum hevur tað tókst mest sum ein spurningur um tíð, áðrenn niðurflytingin var staðfest, men í seinnu hálvu bendi okkurt á, at so fór ikki at verða. Ikki minst eftir at B68 sera óvæntað vann heimadystin móti ÍF, men so er stígur aftur komin í.
Sumbingar hava hinvegin møguleikan fyri uppflyting at stríðast fyri, og leygardagin var greitt, at her fór B68 ikki at fáa nakað forerandi. Hóast heimamenninir stríddust, so vóru sumbingar omaná, og tá B68 so eisini gjørdi sjálvmál, so mundi tað kennast sum steinur oman á byrðu hjá illa sperda liðnum.
Og eftir steðgin staðfestu sumbingarnir, at her skuldu teir hava stigini. Við málum frá Eiriki Joensen, Hans Jákup Thomsen og Norbert Lusak beindu teir allan iva til viks, og so hevur Sumba framvegis møguleikan at gera seg galdandi. Spurningurin er so, um teir eisini megna at fáa stig burturúr teimum báðum seinastu dystunum, og her verður ikki minst tann í Fuglafirði á seinasta leikdegi avgerandi.