UPPTAKT
Í dag skipar KÍ fyri 99 ára føðingardagshaldi í Klaksvík. Í morgin er sjálvur føðingardagurin. Tá fer KÍ út á Svangaskarð, og teir plaga altíð at hava ikki so fáment áskoðaralið við sær. Higartil í ár hava áskoðararnir verið eitt sindur ótryggir. Teir hava ikki vitað, hvar teir hava havt teirra lið. Onkra ferðina hevur KÍ spælt væl á útivølli, og aðrar ferðir hevur tað gingið av skriðuni.
Hóskvøldið í næstu viku fer KÍ at hava heimadyst á grasvøllinum á Svangaskarði. Í Molde taptu teir 2?0, men leikliga avrikið var góðkent. Við tí í huga eru vónirnar kanska hampuligar í morgin. Sammett við liðið, sum spældi í Molde, er neyðugt at gera eina broyting. Miðverjin Ovi Nysted, sum í hesum døgum er í Hollandi við KÍ kvinnunum, er leikbannaður. Tað kann hugsast, at Jan Andreasen, sum tvær tær síðstu ferðirnar hevur verið vongverji í høgru, fer í miðverjuna, at Harley Bertholdsen fer úr vinstra og á høgra vongverja, og at Símun Joensen verður vongverji í vinstru.
Tveir KÍ spælarar hava í vikuni verið burtur frá venjing. Men hvørki Atli Danielsen, sum var á beinkinum alla tíðina, ella Hjalgrím Elttør, sum spældi síðsta stóra hálva tíman, munnu kenna serliga møði frá landsdystinum.
Fróði við aftur
Fróði Benjaminsen var leikbannaður í landsdystinum mikukvøldið. Hann var eisini leikbannaður, tá ið B68 vann ímóti B36 í Gundadali. Nú er hann tøkur aftur, og tað kemur sjálvandi væl við. John Heri Dam, sum hevur staðið seg rættuliga væl seinastu ferðirnar, er farin niður at ganga í skúla, men hann er longu komin heim at hjálpa til í morgin.
Jann Ingi Petersen eigur at kenna nógva møði frá landsdystinum, meðan Hans Fróði Hansen var á beinkinum alla tíðina. Sunnukvøldið spældi B68 venjingardyst á grasinum ímóti Skála, sum vann 3?2. Úrslitið er merkisvert, men toftamenn, sum restaðu nakrar av stuðulsspælarunum, siga seg ikki ganga so høgt upp í tað. Hans Fróði Hansen skoraði annað málið, og Óli Olsen, sum er ein av fleiri evnaríkum unglingum hjá B68, skoraði hitt.
B68 er næstfremst, og teir miðja eftir at sleppa upp í part í altjóða fótbólti næsta kappingarár. Teir meta allar dystirnar í síðsta triðinginum av kappingarárinum at vera rættuliga truplar, so tað skal stríðast fyri í fyrsta lagi at varðveita annað plássið.










