B68 skal aftur í ár umboða Føroyar í Intertoto Cup, sum UEFA skipar fyri. Lutakast var týsdagin í franska býnum Nyon um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini. Lutakastið háttaði seg soleiðis, at B68 skal møta einum liði úr Sveis í fyrsta umfari.
Hvat mótstøðuliðið verður er ikki greitt fyrr enn 8. mai, tá landskappingin í Sveis endar. Fyrri dysturin verður leiktur í Sveis 22. juni, og seinni dysturin verður leiktur á Toftum eina viku seinni. Liðið, sum fer víðari, skal møta einum liði úr Hollandi í øðrum umfari.