Tað er við at ríða um snarið hjá B68, sum hóast stóran leikarastyrk undan kappingarárinum hevur stórar trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman og eftir hondini hava spælt fleiri dystir enn teir hava fingið stig. At reisa seg skuldi gerast trupult ímóti einum sterkum heimaliði, ÍF, heima í Fuglafirði sunnudagin, og soleiðis, sum forsagnirnar vóru, skuldi dysturin eisini ganga.
ÍF átti alt
Frá byrjan var tað greitt, at B68 spældi verjukent og hugsaði meiri um at halda skipanina enn at spæla góðan fótbólt fram eftir vøllinum. Hinvegin royndi ÍF teimum líkt at skapa dystin.
B68 var væl við fyrstu løtuna og spældi sær skjótt til trý hornaspørk, sum tó ikki gjørdust vandamikil.
Eftir hetta setti ÍF seg á dystin. B68 hevði trupult við at fáa spælið at hanga saman, og teir vórðu skjótt trýstir, tá ið teir royndu at ota seg fram eftir vøllinum. Hetta merkti, at ÍF hevði stóran part av spælinum, og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, gav tað úrslit.
Simon Skibsted bjóðaði av á vinstra vongi og slapp framvið tveimum leikarum, áðrenn hann sendi eitt flatt innlegg til Dánjal á Lakjuni, sum setti innaru síðuna á bóltin og í mál til 1-0 til ÍF.
ÍF sat á tí mesta, sum var eftir til hálvleiks, men lítið vandamikið spurdist burturúr, og gjørdist hálvleiksstøðan eisini 1-0 til ÍF.
Dánjal sigursharrin
Í seinna hálvleiki var B68-liðið ikki til at kenna aftur. B68-venjarin, Pauli Poulsen, hevði eyðsæð havt nøkur borgarlig orð at siga við leikarar sínar í hálvleikinum, og sum tað mest eyðsýnda komu teir væl longri fram á vøllin, og heldur enn at verða lagdir undir trýst eins og í fyrra hálvleiki, so løgdu teir nú trýst á ÍF.
Tað vóru bara fimm minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá ið eitt langt innkast kom innfyri málið og varð stútað víðari til Christian Høgna Jacobsen, sum stútaði bóltin á stongina.
ÍF var nú ávarað, og sigast má, at teir og serliga Dánjal á Lakjuni tóku ávaringina í álvara. Eitt gott korter fyri leiklok var Dánjal á Lakjuni nevniliga aftur upp á spæl, og hesaferð tók hann sakina í egnar hendur. Hann setti beina kós mótvegis málinum og komin inn í feltið langaði hann bóltin í netið til 2-0, sum – hóast B68 royndi at svara aftur við eitt nú trimum útskiftingum – gjørdist endaliga úrslitið.










