Í kvøld verður punktum sett fyri næstbestu fótbóltsdeildina. Tá verður síðsti stóri spurningurin í deildini svaraður. Hann snýr seg um uppflytingina.
ÍF, sum hevur vunnið deildina og flytur upp, fer í morgun um Skopunarfjørð eftir gullkrónunum.
Í kvøld fæst at vita, um tað bara verður ÍF, sum fer at flyta upp, ella um eisini B68 fer at flyta upp.
Toftamenn rigga til at fara inn til Gøtu at spæla ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Heimavøllurin hjá Víkinga liðnum í næstbestu deildini plagar at vera í Leirvík. Ljósvirðurskiftini í Sarpugerði eru betri, enn tey eru í Leirvík. Tí verður tað í Sarpugerði, at B68 skal stríðast fyri sínum møguleika at flyta upp.
Um tað skal eydnast B68 at flyta upp, so er fyrsta treytin, at liðið vinnur fulla úrtøku í kvøld.
Tað sigst vera stórur áhugi millum tey í Nes kommunu fyri dystinum í Gøtu.
Samstundis, sum tey fara at fylgja við sínum monnum – sum áskoðarar ella á FM1 ella her á síðuni – so fara tey eisini at fylgja við í, hvussu leikur fer í høvuðsstaðnum í kvøld.
NSÍ, sum er næstfremst, og KÍ sum er á triðja plássi spæla í høvuðsstaðnum. NSÍ er gestur hjá Giza Hoyvík, og KÍ er gestur hjá HB.
Møguleikin hjá B68 er treytaður av, at NSÍ ella KÍ snávar í kvøld samstundis sum at B68 vinnur í Gøtu.
Fjórði dysturin í kvøld verður í Trongisvági, har Skála er gestur hjá Suðringum.
27. umfar
Í dag
Víkingur – B68: Aron S. Vest kl. 18.00
Giza Hoyvík – NSÍ: Rani A. Skaalum kl. 18.00
HB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
Suðringar – Skála: Lars Müller kl. 17.00
Í morgin
B71 – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 13.00
ÍF | 26 | 20 | 3 | 3 | 88 | 37 | 63 |
NSÍ | 26 | 16 | 4 | 6 | 82 | 36 | 52 |
KÍ | 26 | 16 | 4 | 6 | 67 | 32 | 52 |
B68 | 26 | 16 | 3 | 7 | 60 | 34 | 51 |
Víkingur | 26 | 11 | 4 | 11 | 43 | 45 | 37 |
HB | 26 | 8 | 5 | 13 | 46 | 45 | 29 |
Skála | 26 | 8 | 5 | 13 | 42 | 57 | 29 |
B71 | 26 | 9 | 1 | 16 | 43 | 64 | 28 |
Giza Hoyvík | 26 | 6 | 5 | 15 | 34 | 48 | 23 |
Suðringar | 26 | 1 | 4 | 21 | 18 | 125 | 7 |