Eftir at seinasta umfar í kappingini hjá kvinnum, sum leika hálvan vøll, varð leikt í Fuglafirði í dag, er greitt, at B68-kvinnurnar samanlagt royndust tær stinnastu Kappingin í Fuglafirði byrjaði klokkan 14, og luttakandi liðini í dag vóru ÍF, AB og B68.
NÍF, sum eisini hevur verið við í nøkrum av kappingunum um hálvan vøll hjá kvinnum, var ikki við í Fuglafirði í dag.
B68-kvinnurnar, sum gjørdust stinnastar í samlaðu kappingini í hesum bólki og vunnu steyp og gull-medaljurnar í dag, leiktu ímóti kvinnunum hjá ÍF og AB.
Úrslitini vóru, at B68-kvinnurnar vunnu 6-0 á AB og 1-0 á ÍF, sum eisini hevur staðið seg væl í kappingini í hesum bólki. Í Fuglafirði vunnu ÍF-kvinnurnar eisini 5-0 á kvinnunum hjá AB.
Endaliga úrslitið gjørdist, at toftakvinnur fóru við gullinum, fuglafjarðakvinnur við silvurinum og argjakvinnur við bronsjuni.
Á hvørjum liði í kappingini hjá kvinnum á hálvum fótbóltsvølli eru sjey leikarar í senn.
Myndin er tikin fyri løtu síðan, tá Portalurin var fram við í B68-húsinum á Toftum og loddaði stemningin, ið sum vera man var góður.