B68 kiksaði á Skála

1.DEILD: Jákup Johansen var tvífaldur málskjútti, tá ið Skála vann trivaligan sigur

Næstbesta liðið hjá Skála hevur av álvara fingið luft undir veingirnar í næstbestu deildini.

Næstsíðsta mikukvøld endaði tað við 5-2 sigri ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og í dag endaði tað við 3-0 sigri ímóti B68, sum stríðist fyri at varðveita møguleikan at flyta upp.

 

Jákup Johansen skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Eftir innlegg úr vinstru skoraði hann til 1-0, og eftir einmansavrik, tá ið hann sneiddi framvið verjuni, økti hann til 2-0.

 

Í síðstu løtu var tað Kristian Martin Jakobsen, sum staðfesti 3-0 sigurin, tá ið hann eftir horna úr høgru og við handara stólpa skoraði.

 

Sigurin ber við sær, at Skála nú hevur trettan stig, og er trý stig frá níggjunda plássi.

B68 er á fjórða plássi við 28 stigum, og nú aftur longri fram til uppflytingarpláss.