B68 javnaði í síðstu løtu

Úrslitið varð 2-2. Tá ið eitt korter var farið, og støðan framvegis var málleysur javnleikur, varð Magnus Skoralíð rikin av vølli. Tískil vóru víkingar undirmannaðir, men kortini var tað um reppið, at tað eydnaðist teimum at vinna.

Jonleif Højgaard legði í 1. hálvleiki B68 framum. Ingi Sørensen javnaði undan steðginum, og tá ið Rúni á Reynatrøð í 2. hálvleiki hevði lagt Víking á odda, sá tað leingi út til, at undirmannaða heimaliðið skuldi vinna.

Í síðsta minutti javnaði B68. Málskjútti var Oddur Højgaard.

 

Víkingur-B68 2-2 (1-1)

0-1: Jonleif Højgaard

1-1: Ingi Sørensen

2-1: Rúni á Reynatrøð

2-2: Oddur Højgaard