B68 hevur vunnið í Gøtu

B68 hevur í kvøld lagt størri fjarstøðu millum seg og botnplássini.

Toftamenn hava vunnið 1-0 í Sarpugerði ímóti Víkingi.

Einsamalla málið skoraði Brian Andrésen tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið hann var fyrstur á returbólti, eftir at Gaza Turi hevði hálvbjargað roynd frá Kristian Anton Andreasen.

Víkingur royndi at leggja trýst á síðstu løtuna, men teir komu ikki nærri enn skoti frá Hans Jørgen Djurhuus á stólpan.