Eingin ivi var um, at oddaliðið og longu uppflutta B68 leikliga var greitt omaná, tá ið toftamenn í dag høvdu vitjan av SÍ.
Toftamenn vunnu 3-0, og harvið hevur B68 ikki bara tryggjað sær uppflyting, men eisini fyrsta plássið og gullkrónurnar í 1. deild.
Líkindini vóru vánalig, og tí var talan ikki um nakað serligt fótbóltsspæl. B68 spældi undan í 1. hálvleiki og eisini ímóti vindinum var B68 greitt omaná.
Støðan eftir 1. hálvleik var 2-0. Tíðliga í 1. hálvleiki sigldi langt frísparksinnlegg frá Jann Inga Petersen omanfyri málverjan og í málið. Eftir umleið hálvan tíma stútaði Dánial Hansen til 2-0, eftir at Alex Troleis hevði lagt innfyri úr høgru.
Einasta málið í 2. hálvleiki skoraði Kristian Anton Andreasen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Innskifti Jónleif Højgaard átti uppleggið.