B68 hevur trupulleikar

NSÍ fer út á Svangaskarð við øllum sínum monnum at vitja B68, sum bæði hevur skaðar og manglandi loyvir at dragast við

B68-NSÍ:


Í fjør var eingin grannadystur millum teir í Runavík og teir á Toftum. Í fjør vann NSÍ FM, og í fjør flutti B68 úr 1. deild og upp í Formula deildina. Tí eru grannauppgerðirnar aftur á skránni, og tann fyrsta verður longu í morgin klokkan 15.

Í Runavík eru teir væl og virðiliga komnir yvir vónbrotið, sum tað var longu í fyrsta umfari at verða varpaðir úr steypakappingini. Tepri heimasigurin á B71 var góð byrjan upp á setningin, sum er at verja FM heitið, allir spælararnir eru tøkir undan vikuskiftinum, og tað er kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu.

Tað kann væl vera, at teir fyrstu ellivu fara at verða teir somu, sum teir vóru síðsta sunnudag, men tað er eisini møguleiki fyri, at einstakar broytingar verða gjørdar. Eitt nú Andy Olsen og Øssur Dalbúð, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn og síðani skoraði sigursmálið ímóti B71, eru boð upp á pláss frá fyrsta bríksli.

Á Toftum hava teir trupulleikar eftir steypatapið á Sandi og 4-1 tapið í Sarpugerði mánakvøldið. Jóhan Petur Poulsen og senegalesiski verjuspælarin Landing eru langtíðar skaddir, og í morgun vóru loyvini hjá útlendingunum, sum mánakvøldið ikki vóru tøkir, ikki komin upp á pláss.

Landing verður ikki førur fyri at spæla hesu megin summarsteðgin, og útlitini eru einki serlig fyri restina av árinum.

Bill Jacobsen gevur á B68 heimasíðuni sína áskoðan til kennar um, hvat tað er al neyðugt at vísa, um størri úrtøka skal spyrjast burturúr, enn tað gjørdi í Gøtu:

- Fyri at vinna skulu ungu leikararnir vísa, at teir kunnu spæla á besta liðnum, og at teir vilja gera tað, sum skal til fyri at spæla í Formula deildini. Stuðulsspælararnir skulu kempa og arbeiða nógv harðari, og profilarnir skulu lyfta liðið, meistra spælið og vísa vegin. Einans við villskapi, sterkum vilja og klókskapi við dygdaravgerðum koma vit til sigurs. Tí toppfótbóltur í dag snýr seg í stóran mun um at taka rættar avgerðir – í røttu løtuni, er heilsan frá B68 venjaranum Bill Jacobsen, sum vónar, at allir, ið ikki eru skaddir, verða tøkir, so tað kann verða kapping um tey fyrstu ellivu plássini.