B68
Toftamenn tykjast ikki vera í iva. Teir skulu upp aftur í bestu deildina, og tað kann á ongan hátt ganga nóg skjótt fyri seg.
Tað hevur longu verið greitt leingi, at tey á Toftum ikki ætlar sær at dvølja leingi í næst bestu deildini, og nú tykist felagið so hava fingið tilgongd av enn einum leikara, sum man teljast millum teir stinnastu í landinum.
Tað er Jann Ingi Petersen, sum eftir eitt ár í Fremad Amager nú setir kósina heimaftur. Tosað varð annars um tað heilt stóra ævintýrið, tá hann í fjør heyst fór til Fremad Amager, men eftir eina hampuliga góða byrjan í felagnum, hevur tað fyri tað nógva gingið afturá seinasta hálva árið.
- Eg havi valt at koma aftur til Føroya at byrja av nýggjum. Eg vil hava »mítt« pláss á landsliðnum aftur og eg vil fegin spæla fótbólt hvørt vikuskiftið. Tað hevur verið ørkymlandi at sita á beinkinum í Danmark væl vitandi, at eg framvegis kundi havt spælt í Føroyum, segði Jann Ingi Petersen við Dimmalætting fríggjadagin.
Nú er so greitt, hvar fótbólturin skal spælast, og einki er at ivast í, at tey á Toftum eru fegin um, at tey nú hava fingið enn ein profil á liðið, sum í 2005 skal prógva, at niðurflytingin ikki var meira enn eitt óheppið fyribrigdi.










