B68 fylgir við í toppinum

1. deild: Súni Fríði Johannesen var høvuðsleikari, tá sandoyingar stríddust fyri at javna og síðstu løtuna vórðu sektaðir

B68-B71 3-1 (1-1)


Súni Fríði Johannesen gjørdist høvuðsleikari, tá B68 í góðveðrinum á Svangaskarði sunnudagin tyngdi posan við trimum stigum afturat.

Álopsmaðurin, sum í ár er komin aftur til B68, eftir at hann síðani á sumri í 1997 hevur verið fyrst í NSÍ í eitt hálvt ár og so í HB í tvey ár, skoraði øll trý málini í 3?1 sigrinum á sandoyingum.

Sandoyingar, sum hava ta styrkina, at teir kenna sínar avmarkingar, vóru varnir í útgangsstøðuni. Teir vóru komnir á Toftir fyri at varðveita stigið, teir høvdu við. Tað eydnaðist teimum at halda tætt í 35 minuttir. So fór eitt mál ígjøgnum, men í fyrstu atløgu var ikki neyðugt at sleppa taktikkinum og at leggja á meiri álopskendan bógv. Bara tríggjar minuttir eftir B68 leiðslumálið javnaði miðvallarin Julian Florescu, tá B68 málverjin ikki megnaði at verja fyri frísparki úr spískum í høgru.


Skaprskjúttin

Súni Fríði Johannesen skoraði fyrsta málið í 36. minutti:

? Álopsmakkarin hjá mær, Marcello, átti sín lut í málinum. Hann var við uppá tað, tá eg dró upp á tvørs uttanfyri brotsteigin. Tá eg royndi at spæla eitt tvey, brúkti hann hælin, og eg gjørdist púra leysur í brotsteiginum, greiðir væl nøgdi álopsmaðurin hjá B68 frá.

Súni Fríði hevur onkuntíð áður skorað trý mál í einum og sama dysti. Síðsta ferðin, at tað kom fyri, var í síðsta umfarinum í 1998, tá HB slerdi FM heitið fast við at vinna 10?1 í Fuglafirði. Ta ferðina skoraði Súni Fríði, sum við átjan málum í alt gjørdist næstbesti málskjúttin í deildini (Jákup á Borg skoraði tjúgu) fýra mál.

Næsta málið fekk Súni Fríði í 67. minutti:

? Tað var ein eitt sindur óvanlig støða. Eftir deyðbólt og aftur og fram endaði bólturin í høgra borði, har vinstri vongverjin hjá okkum, Jákup Eli Olsen, legði innfyri við høgra beini. Eg var púra leysur sjey metrar úr málinum, og tað var lætt at skora.

Síðsta málið kom í næstsíðsta minuttinum:

? Tá høvdu sandoyingar í eina góða løtu trýst fyri at javna. Burtursæð frá at Jógvan Jón Petersen royndi seg við góðum stútara høvdu teir ikki nógvar upplagdar møguleikar, sjálvt um teir fingu nógv hornaspørk, greiðir Súni Fríði frá.

Síðstu løtuna var verjuparturin hjá sandoyingum tunnur. Liðformaðurin hjá B68, Fróði Benjaminsen, sendi langan bólt fram, og so var Súni Fríði púra leysur:

? Aftasti maður hjá teimum, Jón Brekku, satsaði við takling, tað miseydnaðist, og so var eg púra leysur í vinstru. Valdemar kom út ímóti. Eg haldi, at hann roknaði við, at eg fór at royna at fáa bóltin framvið honum. Men í staðin lyfti eg uppum hann, og tað var ein deilig kensla at síggja bóltin fara í málið.

Skulu vit rokna við, at tú í fleiri øðrum dystum fert at skjóta fleiri mál?

? Tað snýr seg um, at liðið hjá okkum skal vinna. Eg eri annar av álopsmonnunum, og bæði eg og Marcello vita, at tað verður roknað við, at vit leggja upp og skora mál. Eg haldi, at tað gongur rætta vegin. Tíðliga í ár hevði eg ein skaða, sum gjørdi, at eg fekk ikki vant í tríggjar vikur. Hetta hevur havt við sær, at antrittið, sum er so týdningarmikið fyri álopsspælarar, ikki hevur verið, sum tað átti at verið, men tað er betri nú.

Og fara tit at blanda tykkum í toppstríðið?

? Tað vóna vit. Men tað verður strevið. Longu fríggjadagin hava vit eina sera torføra uppgávu í Klaksvík. Skulu vit vera við í oddastríðnum, so skulu vit fáa nógv stig undan summarfrítíðini. Hópurin hjá okkum er so mikið lítil, at tað fer at kennast meint, tá leikbannini fara at gera um seg. Móti B71 vóru bæði Jan Petersen og Eyðstein Skipanes skaddir, og tað merktist væl. Vit hava einar tríggjar ungar og evnaríkar spælarar, men ofta roynist tað ikki væl, um tað er neyðugt at leggja ov stórar byrðar á so ungar spælarar, heldur væl nøgdi álopsmaðurin hjá B68, sum fyribils gleðir seg um undanvindin á Svangaskarði (í dammstillum summarveðri!).


B68-B71 3-1 (1-1)

1-0: Súni Fríði Johannesen 36.

1-1: Julian Florescu 39.

2-1: Súni Fríði Johannesen 67.

3-1: Súni Fríði Johannesen 89.


Dómari: Lassin Isaksen


B68:

Magnus Poulsen ? Mannbjørn Nesá, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino


B71:

Valdemar Nowisci ? Rúni í Soylu, Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Kári Nielsen, Julian Florescu, Høgni Hansen ? Eli Hentze, Alex Nielsen