Teir eru farnir at hvíla seg í toppdystinum í 1. deild í Leirvík. B68 vitjar LÍF, og eftir fyrru trý korterini eru toftamenn á odda 3-1.
Ovi Magnussen legði beinanvegin B68 framum eftir horna, og Alexandro økti til 2-0, tá ið eitt korter var farið.
Átta minuttir fyri steðgin minkaði Bárður á Lakjuni um munin til 2-1, men lítla løtu undan steðginum syrgdi Mortan Hansen fyri, at toftamenn aftur vóru frammanfyri við tveimum málum.
Tað verður sagt frá góðari ferð og fleiri málmøguleikum í Leirvík.