B68 flytur upp í september

Toftamenn skulu missa fimtan stig í mun til ÍF, um plássið í bestu deildini skal gleppa teimum av hondum

Fótbóltur

 

Lítil og eingin ivi tykist vera um, at B68 næsta kappingarár verður partur av bestu deildini. Spurningurin er heldur, nær B68 fer at hava tryggjað sær uppflytingina. Í løtuni eru toftamenn 15 stig frammanfyri triðja plássið. Um teir fara at megna at varðveita henda munin, so verður tað mitt í september, at uppflytingin verður tryggjað. Tað kann væl fara at vísa seg, at tað verður fyrri enn so.

Botnliðið í B36 vitjaði á Svangaskarði, og gestirnir megnaðu at halda tørn í ein tíma. So setti Rúni Nolsøe seg sjálvan, Alex Troleis og unglingaspælarin André Olsen á vøllin, og tað hjálpti.

Rúni Nolsøe skoraði til 1-0 eftir innlegg úr vinstru frá André Olsen, Dánial Hansen skoraði til 2-0 og 3-0 eftir innlegg úr høgru frá Kristiani Anton Andreasen, og veteranurin Arnbjørn Danielsen staðfesti 4-0 sigurin við rimmar fluktara eftir innlegg úr høgru.

ÍF og FSV04 kappast um næstfremsta plássið. Uppgerðin teirra millum í Fuglafirði endaði 2-2. Gunnar Haraldsen legði FSV04 framum eftir fríspark úr høgru og eitt sindur av aftur og fram, og í næsta ÍF álopinum javnaði Høgni Zachariassen, tá ið hann við handara stólpa stýrdi frísparksinnleggi úr høgru í málið.

Bartal Eliasen varð skiftur inn í 70. minutti, og fimm minuttir seinni skoraði hann úr sera spískum í høgru og flatt í handara síðunetið. Leingi tóktist hetta skula verða sigursmálið, men tá ið stóripinnur var farin næstan fimm ferðir runt aftaná 90 minuttir javnaði Andrzej Stretowicz við fínum fluktara úr 18 metrum og umvegis tvørtræið.

Í Sørvági endaði tað 1-1, tá ið TB vitjaði. Jens Erik Rasmussen umsetti brotsspark í síðstu løtu í 1. hálvleiki til heimamál. Dómarin peikaði á ellivu metrarnar, eftir at Jørgen Meitilberg varð hildin.

Seytjan minuttir undan leikloki javnaði Einar Petersen við brotssparki. Eisini í hesum førinum varð dømt fyri at halda í brotsteiginum.

Í Leirvík hekk málleysur javnleikur í summarluftini, eftir at báðir málverjarnir høvdu havt góðar bjargingar. Men í 87. minutti var toppskjúttin hjá LÍF upp á spæl. Adrian Joensen skoraði sigursmálið við fínum skoti.

Longu fríggjakvøldið var stevnudystur í Runavík, har KÍ vitjaði. Fótbóltsundirhaldið var fínt, og heimaliðið vann 4-3. Viggo Johannesen legði NSÍ framum eftir horna, og Erik Nielsen javnaði við góðum skoti. Bergur Djurhuus legði NSÍ framum aftur eftir snarálop, og í síðstu løtu undan steðginum javnaði Julian Samuelsen við framúr góðum sparki úr 23 metrum. Bólturin streyk upp í málhornið.

Stórt korter fyri leiklok stútaði Sonni L. Petersen til 3-2 eftir innlegg úr vinstru. Eyðstein Skipanes økti til 4-2 við frísparki, sum kostaði Asbirni Tungá reytt kort orsaka av neyðbremsu. Í síðstu løtu minkaði unglingaspælarin Páll Klettskarð um munin við brotssparki.