Hjalti Strømsten hevur gjørt tvey ára sáttmála við B68. Hann spældi við B68 í 2019, men spældi í fjør við Skála, sum er flutt niður.
- Hjalti Strømsten varð partur av B68 hópinum í 2019, og nú vendur hann aftur til felagið. Hann hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála við B68, skrivar felagið á Facebook.
Tilgondin hjá B68 telur eisini Lukasz Cieslewicz, sum í fjør spældi við Víkingi, men undan tí hevur spælt við B36. Hann hevur keypt hús á Toftum. Frágongdin telur málverjan Nikola Stoisavljevic. Hann fer komandi ár at spæla við TB.
B68 flutti í ár upp í bestu deildina, eftir ein 3-2 sigur á AB í upp- og niðurflytingardystinum.