Sumbingar vóru komnir longu leiðina norður á grasvøllin á Svangaskarði at halda tørn um stigið, teir høvdu við sær inn á vøllin.
At teir løgdu mesta dentin á verjupartin var týðuligt í útgangsstøðuni. René Thomsen var einsamallur í álopinum, miðvøllurin var tætt fólkaður, og tað kann altíð metast um, um tað vóru fimm ella seks í verjuni frammanfyri Rúna Lisberg.
Og Sumba evnaði sera væl at verja í fyrra umfarinum og langt út í seinna umfarið. Teir vóru skilagóðir í at halda røttu støðurnar, og teir dugdu væl at sleppa og yvirtaka spælarar, soleiðis at teir ikki nýttu óneyðuga orku. Á miðvøllinum var Thomas Birch eyðsýndur sum ein fínur bóltspælari, men royndirnar ímóti B68 málinum vóru fáar, og teir vóru ongantíð vandamiklir.
Dýr kort
Leikandi venjarin, Spasojé Biberdzic ella Bibi, sum teir kalla hann, og Jan Poulsen fingu gul kort frá Birgiri Sondum fyri at tveita bóltin ov langt burtur og fyri ikki beinanvegin at fara at akta dómaran, tá hann kravdi manngarðin longri burtur frá bóltinum.
Í síðsta enda vístu hetta seg at vera dýr kort, tí tá tað restaði ein hálvur tími fekk Bibi næstu ostaflísina og harvið skorpuna, og tveir minuttir fyri leiklok fekk Jan Poulsen annað gula kortið.
Tað skrædnaði heilt hjá Sumba, eftir at teir mistu ein mann, og tað var sera óheppið fyri vitjanina í Fuglafirði komandi sunnudag, at tveir av mest álítandi miðvallarunum ikki kunnu vera við.
Málini
B68 hevði ikki nógvar upplagdar møguleikar fyrra umfarið. Øssur Hansen hevði hin størsta, men í staðin fyri at sneiða málverjan av, so royndi hann við skoti, ið Rúni Lisberg bjargaði.
Í 2. hálvleiki vóru royndirnar nógvar, og síðstu tjúgu minuttirnar var úrtøkan seks mál. Stóri málslúkurin var Ingi Hansen, sum eftir 66 minuttir avloysti Sámal Erik Hentze, ið fór av vøllinum við skaða.
1-0: 70 minuttir vóru farnir, tá Øssur Hansen setti hol á við stútara eftir innlegg úr vinstru.
2-0 og 3-0: Ingi Hansen skoraði bæði eftir 78 og 79 minuttir, og í báðum førunum var talan um skot úr umleið 15 metra fjarstøðu, eftir at skjúttin hevði verið við í eitt tvey samanspæli.
4-0: 83 minuttir vóru farnir, tá Fróði Benjaminsen skoraði. Uppspælinum stóðu Janus Thomsen (var fyri fyrstu ferð við frá byrjan og stóð seg væl) og Øssur Hansen fyri í høgru.
5-0: 85 minuttir vóru farnir, tá Ingi Hansen aftur var uppá spæl, og aftur var talan um flatt skot úr 16 metra fjarstøðu í høgru.
6-0: So eydnaðist Andréy Stakhánov at koma á listan. Hann hevði stutt frammanundan misbrúkt fluktara eftir innlegg úr høgru frá Øssuri Hansen. Hesa ferð skoraði hann úr spískum í vinstru, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Óvist hvat teir
standa fyri
Tað hevur ikki gingið meiri enn passaligt hjá toftamonnum higartil í ár, og stórsigurin ímóti undirmannaðu sumbingunum er ikki nakar mátistokkur fyri, hvussu væl B68 er fyri.
Sammett við tað, sum er sætt fyrr í summar, so vóru fleiri broytingar. Hesa ferð var Jákup Eli Olsen aftastur, og Edmund Jacobsen var aftur at síggja í miðverjuni. Olaf Højgaard, sum hevur verið til skips í fleiri vikur í summar, sat á beinkinum alla tíðina, og Fróði Benjaminsen, sum hevur verið burturi í summarfrí, kom ikki inn fyrrenn í 2. hálvleiki.