Fótbóltur
Tað vóru tvey lið, sum ikki hava havt góða úrtøku seinastu vikurnar, sum tókust á Vágs eiði. VB Lagið í Vági er einki serligt. Fleiri spælarar venja eru misnøgdir við venjaran. Teir venja og spæla ikki, og onkrir sigast eftir summarsteðgin ætla sær at spæla við øðrum liðum í oynni. Tað hava teir ikki ráð til í Vági, har FM rákin frá í fyrraárið væl og virðiliga er horvin. Stóra íblásturin og skjóta og ágangandi spælið, sum plagar at eyðkenna VB á heimavølli var ikki á Vágs eiði hesa ferð.
Einki var at síggja til eitt nú Tórða Holm og Jón Paula Olsen og Gísli Sveinbjørnsson sat skaddur uttanfyri.
VB hevði bóltin nógv, men teir spældu seg ikki til nógvar møguleikar.
B68 hevur síðstu fjúrtan dagarnar spælt fimm dystir. Teir eru sendir úr steypakappingini, og teir hava spælt tvær ferðir javnleik á heimavølli í landskappingini og teir hava tapt stórt í Gundadali ímóti B36.
Tí hevði Frank Skytte broytt liðið á fleiri plássum undan ferðini til Vágs, og um mett verður út frá úrslitinum, so eydnaðist royndin til fulnar. Bogi Petersen, Oleif Joensen, Mannbjørn Nesá, Fríðin Ziskason og Marcello Marcellino vóru millum teir fystu ellivu.
VB kom á odda beinanvegin. Palli Augustinussen umsetti úr ellivu metrum, eftir at misskiljing millum B68 málverjan og Messias í miðverjuni hevði havt við sær, at málverjin gjørdi brotsspark ímóti Robert Cieslewicz.
Tvær ferðir Fróði
Í fjør varð Fróði Benjaminsen kosin at vera ársins spælari. Serliga eftir summarsteðgin var hann sera eyðsýndur, og hann skoraði eina rúgvu av málum. Í ár hevur tað ikki gingið so væl hjá Fróða. Hann hevur ikki havt sama leiklutin á miðvøllinum og onkra ferðina í álopinum, sum hann hevði í fjør, og hann hevur ikki skorað støðugt í landskappingini.
Men í Vági gekk væl hjá Fróða Benjaminsen, sum skoraði bæði B68 málini. Toftamenn vóru í 4?5?1 verjukendari útgávu, og saman við Øssuri Hansen var tað leikluturin hjá Fróða Benjaminsen ast stuðla Marcello, sum var einsamallur á toppinum.
Fyrra málið fingu toftamenn bara sjey minuttir eftir, at VB hevði sett hol á. Talan var um væl vanda frísparksstøðu dygst uttanvert brotsteigarmarkið. Marlon Jorge, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen stóðu hjá bóltinum. Fróði var tann fyrsti at fara eitt vet burtur, so leyp Marlon uppum bóltin, og í staðin fyri at smekka til potaði Øssur Hansen til Fróða Benjaminsen, ið var komin innum mannsterka verjugarðin og var púra leysur, tá hann sendi framvið Bjarna Johansen.
Tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Fróði Benjaminsen sigursmálið. Marlon Jorge sendi úr høgru langan diagonalbólt. Fróði tamdi seg leysan og sendi framvið málverjanum og í handara síðunetið.
Dygst eftir leiðslumálið hjá B68 spældi Marcello Øssur Hansen púra leysan, men royndin hjá landsliðsmanninum fór væl omanfyri málið.
Síðstu løtuna trýsti VB, og B68 datt alt longur í verjustøðu. Tað kom illa við, at Hans Fróði Hansen noyddist at gevast. Tá varð B68 liðið umskipað, soleiðis at Jann Ingi Petersen kom inn á miðvøllin, og Fróði Benjaminsen yvirtók miðverjuplássið hjá Hans Fróða Hansen.
Tað eydnaðist B68 at halda tætt. VB skoraði fyrsta málið á heimavølli í ár, men teir eiga framvegis fyrsta heimasigurin til góða. Eftir tveir málleysar javnleikir mistu teir alt hesa ferð, og tað sær ikki gott út.
Dysturin í tølum
VB-B68 1-2 (1-1)
1-0: Palli Augustinussen (br.), 7
1-1: Fróði Benjaminsen, 11
1-2: Fróði Benjaminsen, 49
Dómari: Suni Johansen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Dan Djurhuus, Marek Wierzbiczki, Zlobodan Madzar, Mortan úr Hørg ? Robert Cieslewicz, Nened Zinanovic
B68: Michal Kokoszanek ? Oleif Joenen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, Mannbjørn Nesá ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Bogi Petersen, Øssur Hansen, Fríðin Ziskason ? Marcello Marcellino