Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð síðani teir aftur gjørdust partur av bestu deildini, eydnaðist tað B68 sunnudagin at fáa fulla úrtøku.
B68 vann 1-0 á heimavølli móti Skála. Talan var um rættuliga tætta uppgerð, og tey á Toftum kunnu fegnast um, at nú er tað teirra lið, sum hevur marginalirnar við sær.
Súni Fríði Barbá hevði skorað í øllum teimum trimum undanfarnu umførunum, og hann gjørdist einsamallur málskjútti í fjórðu B68 royndini í Formula deildini.
Málið fingu toftamenn fimm minuttir eftir hvíldina. Eftir frísparksinnlegg lyfti Øssur Hansen bóltin innfyri aftur mótstøðumálið. Tað tóktist sum um Skála verjan roknaði við, at teirra málverji hevði tak á støðuni. Men málverjin varð standandi, og so var Súni Fríði, sum máltevið tykist vera eins stórt hjá ella kanska størri, enn tað nakrantíð hevur verið, framvið og sendi bóltin í málið.
Stríð um konsept
Jóhan Nielsen er venjari hjá Skála. Høvuðseyðkennið hjá øllum liðum, sum hann hevur verið venjari hjá, er, at tey royna at spæla skjótan og hugflogsríkan fótbólt. Tað gjørdi Skála í fjør, og tað roynir Skála at gera í ár.
Trupulleikin hjá Skála er, at liðið á Svangaskarði - sum tað eisini hevur verið í fleiri av undanfarnu umførunum - ikki megnar at seta dám á gongdina á sama hátt, sum liðið megnaði í fjør. Eitt nú tí teir ikki hava sama miðvallarprofil, sum teir í fjør høvdu í Nenad. Tað ber eitt nú við sær, at tað ikki eydnast teimum at píska leikferðina upp.
Jóannes Jakobsen er venjari hjá B68. Hansara fótbóltsmenning og fatan í HB var undir avgerandi ávirkan frá júst Jóhan Nielsen. Liðini, sum Jóannes Jakobsen hevur havt ábyrgdina av, hava roynt at spælt á sama hátt, sum Skála spældi í fjør, og sum Skála menn fegnir vilja spæla í ár. Hetta er ivaleyst eisini í ár málið hjá Jóannesi og B68.
Trupulleikin hjá Jóannesi hevur higartil í ár verið, at tað ikki enn hevur eydnast liðnum at vinna ella finna rætta snittið. Toftamenn hava verið ov tunnir í framrættaða partinum. Ov sjáldan hevur tað eydnast at varðveita bóltin og at spæla seg til innlegg av baklinjunum. Tí hevur verið neyðugt at dúva upp á aðrar dygdir, sum eisini eru týdningarmiklar fyri at vinna stig og dystir, og soleiðis var tað eisini sunnudagin.
B68 vísti fínan hugburð. Toftamenn vóru tættir í verjupartinum, og teir vóru væl mannaðir á miðvøllinum. Har vóru nógvir nærdystir, og í teimum vóru heimamenninir oftari omaná. Tað var meiri soleiðis, at Skála liðið noyddist at innstilla seg eftir dygdunum, sum í løtuni eru tær týdningarmestu hjá B68, og tað var minni soleiðis, at Pauli G. Hansen og Bjarni Jørgensen á sentrala Skála miðvøllinum fingu tak á og kundu stýra bóltinum í borðini og við stingarum fram ímillum.
Undan steðginum var Skála í 4-4-2 uppstilling. Teir høvdu møguleikar. Um hepnið var við teimum, so kundi eitt nú Bogi Gregersen havt fingið mál, tá ið hann lyfti upp um B68 málverjan.
Ta ferðina fór bólturin við síðuna av málinum, og Skála fekk einki mál. Heldur ikki tá ið teir í 2. hálvleiki vóru í 4-3-3 uppstilling - Bjarni Jørgensen á toppinum saman við Jónhardi og Boga - og nógv tað mesta gekk fyri seg á B68 hálvuni.
Heimaliðið varð kroyst langt aftur á egna hálvu. Tað tóktist bæði tilvitað og ikki tilvitað. B68 hevði einki ímóti at sleppa eitt sindur í álopspartinum - Súni Fríði Barbá varð miðvallari - men teir høvdu ikki ætlað at leggja seg so aftarlaga, sum teir vóru stóran part av 2. hálvleiki. Magnus Jakobsen var í miðverjuni saman við Ova Magnussen. Hann loysti veteranin Arnbjørn Danielsen av. Arnbjørn var skaddur, og Magnus stóð seg væl.
Hjá Skála var tað dyggur smeitur, tá ið liðformaðurin Pauli G. Hansen longu í 38. minutti noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Pætur Dam Jacobsen, sum sat smáskaddur á beinkinum, kom inn fyri hann. Pætur er stríðsmaður, men tað er munur á dygdunum hjá honum og Paula, og spælið hjá Skála dúvar nógv á dygdunum hjá Paula. Tí nívdi tað serliga nógv, tá ið liðformaðurin var burtur.