B68 vann seinnapartin trivaligan 4-0 sigur á B36. Men tað var ikki fyrrenn síðsta hálva tíman, at tað eydnaðist toftamonnum at fáa mál.
Í 1. hálvleiki var unga B36 liðið væl við, og B68 hevði trupulleikar at spæla seg til møguleikar.
Eina løtu eftir steðgin skifti Rúni Nolsøe seg sjálvan, Alex Troleis og André Olsen inn. Tað loysti seg. Hol kom skjótt á, og so gekk sum eftir ánni.
Rúni Nolsøe setti sjálvur hol á, Dánial Hansen økti til 2-0 og 3-0, og veteranurin Arnbjørn Danielsen staðfesti rimmar heimasigurin.