B68 er undir strikuni

Einki mál varð skorað á Svangaskarði, har B68 síðstu løtuna var undirmannað

Tað gongur ikki soleiðis hjá B68, sum tað varð vónað og ætlað.

 

Í dag vóru toftamenn fyri aðru ferð í ár á heimavølli. Mikukvøldið endaði tað 3-3 í oyggjauppgerðini ímóti Víkingi, og í dag endaði oyggjauppgerð aftur við javnleiki. EB/Streymur var gestur, og úrslitið var málleysur javnleikur.

 

B68 hevur tapt í Gundadali ímóti HB og B36, spælt javnt í Vágum, og so eru báðir heimadystirnir endaðir við javnleiki.

 

At eitt stig verður vunnið við javnleiki, og at trý stig vera vunnin við sigri ber við sær, at úrtøkan hjá B68 er soltin. B68 hevur trý stig, og B68 er eftir fimm umfør næstaftast.

 

Tølini siga, at B68 í dag vann fimm hornaspørk, og at EB/Streymur vann eitt hornaspark. B68 hevði sjey royndir á og við síðuna av málinum hjá EB/Streymi, og gestirnir høvdu seks royndir á og við síðuna av B68 málinum.

 

Átta minuttir undan leikloki sá B68 miðvallarin Ragnar Samuelsen gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað 11 EB/Streymaspælarar ímóti tíggju B68 spælarum. Síðstu minuttirnar vóru toftamenn tó fleiri ferðir framvið enn gestirnir vóru.

 

EB/Streymur er á fimta plássi við sjey stigum - sama stigatal sum Víkingur á fjórða plássi hevur.

 

 

 

B68 – EB/Streymur 0-0