Sandoyingar við Piotr Krakowski við róðri hava í dag roynt seg fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum í fremstu deildini.
Úrslitið var einki serligt. Á Svangaskarði vóru toftamenn eirindarleysir. Teir vunnu 5-0. Harvið er B68 ovast og B71 niðast eftir fyrsta umfar - og áðrenn dysturin í Runavík millum NSÍ og ÍF er liðugur.
- Spælararnir vóru fegnir um aftur at fáa høvi at spæla týdningarmiklan dyst. Eftir at vit vóru komnir á odda, royndu sandoyingar at flyta fólkið longri fram, og tað gav okkum møguleikar, segði væl nøgdi B68 venjarin, Bill Jacobsen, við Rás2 eftir dystarlok.
B68 venjarin rósar sandoyingum fyri góðan hugburð, men hann heldur, at tað sást, at teir hava skaðar og leikbann at dragast við.
-Vit rindaðu nógv fyri persónlig mistøk, men vit fara at reisa okkum aftur longu mánadagin, tá ið vit fara at vitja á Argjum, helt B71 spælarin Høgni Midjord.
B68-B71 5-0 (3-0)
Dómari: Páll Augustinussen
1-0: Oddur Højgaard 20.
2-0: Ndende Adama Gueye 41.
3-0: Pól Jóhannus Justinussen 44.
4-0: Ahmed Keita 74.
5-0: Niklas Joensen 85.