Í fínum fótbóltslíkindum dystast árstalsfeløgini B71 og B68 á Sandi. B68 hevur fyrstu løtuna havt meiri brodd í sínum spæli, og eftir eitt korter hava toftamenn lagt seg á odda.
Málið fingu teir við beinleiðis frísparki. Miðvallarin Jann Ingi Petersen royndi seg úr átjan metrum, og bólturin fór omanfyri manngarðin og dygst undir samankomingina aftanfyri B71 málverjan Símun Rógva Hansen.