Dreymurin hjá B68 um at vinna uppflyting í bestu deildina fekk aftur í dag eitt skot fyri bógvin.
Fyri tveimum vikum síðani tapti B68 6-0 í Fuglafirði.
Í dag var B68 í Gundadali og vitjaði næstbesta HB liðið, og toftamenn eru á veg til hús við 3-1 tapi. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá B68 og fram til triðja plássið, sum eftir øllum at døma er nóg mikið til uppflyting.
HB legði fyri sum eitt óløgi. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var heimaliðið frammanfyri 3-0. Rói av Fløtum setti hol á longu í øðrum minutti, John Frederiksen økti til 2-0 í sætta minutti, og Hjalti Kárason Djurhuus økti til 3-0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir.
Fyrsta løtan bendi á, at B68 fór at verða heilt rent um koll, og at heimaliðið fór at vinna stóran sigur.
Soleiðis endaði tað ikki. Tveir minuttir undan steðginum minkaði B68 um munin, og í seinna hálvleiki varð einki mál skorað.
B68 málskjútti var Emil Ronaldsson.
3-1 HB sigurin ber við sær, at HB nú hevur 28 stig.
Um eina viku skal HB spæla á Skála, og B68 skal spæla á útivølli ímóti Suðringum.









