B68 vann bæði tryggan og uppibornan sigur á KÍ í kvøld. Toftamenn løgdu seg á dystin beinanvegin, tá André Olsen umsetti brotsspark til mál eftir fáum minuttum. Tá dysturin var 20 minuttir gamal økti Keita við einum frálíkum skoti, áðrenn Óli Olsen staðfesti sigurin stutt fyri leiklok. KÍ megnaði ongantíð at svara B68 aftur og tað var sjáldan vandi á ferð frammanfyri málinum hjá Tórði Thomsen.
Høvuðsmunurin á liðunum var tann, at B68 hevði tríggjar sera sterkar leikarar í hvørjari ketu. Ndende aftast, Jann Inga Petersen á miðvøllinum og Keita fremst. Hesir bóru nógva ábyrgd í kvøld. Hinvegin var saknurin av Høgna Madsen og Nenad Stankovic á miðvøllinum hjá KÍ stórur.
Við sigrinum ger B68 eitt lop fram á stigatalvuni, frá níggjunda til fimta pláss! Við betri málúrtøku enn KÍ - eitt mál betri tilsamans - troðka teir soleiðis klaksvíkingar eitt pláss aftur á stigatalvuni. Sostatt er 07 Vestur undir niðurflytingarmarkinum, nú teir í morgin møta HB.
Dystargongdin á Svangaskarði var annars henda:
90. min: Liðugt! B68 vann tryggan 3-0 sigur á KÍ á heimavølli í kvøld.
85. min: 3-0! B68 hevur staðfest sigurin við fínum máli. Aftur hesaferð varð bólturin fluttur upp í høgra borði, sendur væl innfyri, har innskifti Óli Olsen fekk fótin á og stýrdi frálíka innlegginum upp undir nettakið.
81. min: KÍ hevur hug at trýsta, men megna ikki veruliga at hótta heimaliðið. Hinvegin er tað B68, sum hevur havt størsta kjansin í seinna hálvleiki, tá teir gjørdust púra leysir við Gunnari á Steig, men toftamenn megnaðu ikki at staðfesta sigurin tá.
65. min: Tað er framvegis 2-0, men nú er komin bráddur í álopspartin hjá KÍ, eftir at Hjalgrím Elttør er fluttur fram. Landsliðsleikarin megnar at skapa nógv einsamallur.
60. min: Tvær útskiftingar eru gjørdar. Bárður Heinsen er komin inn fyri Sigmund Jacobsen hjá KÍ, og B68 hevur sett Óla Olsen á vøllin fyri Keita, sum tøktist nakað skaddur.
46. min: So eru liðini komin aftur á vøllin á Svangaskarði, og Petur Reinert hevur bríkslað í gongd.
45. min: Hálvleikur! B68 er á odda og sær út til at hava eina trygga 2-0 leiðslu. Á Toftum er nógvur mjørki viðhvørt, og tá er trupult hjá áskoðarunum at fylgja spælinum.
40. min: Framvegis 2-0 til heimaliðið á Toftum, sum nú hevur lagt seg nakað aftur á vøllin og dúvar upp á kontraálop. Hinvegin hava klaksvíkingar ikki neyðugu styrkina til at mynda dystin.
20. min: 2-0. B68 hevur økt um leiðsluna eftir kontraálop. KÍ var í álopi men misti bóltin í høgru. B68 vendu spælinum, skiftu síðu og løgdu innfyri. Keita tamdi bóltin, sum at síggja til ikki kundi temjast og smekkaði í kassan.
15. min: KÍ spælir illa og saknar menn sum Nenad Stankovic og Høgna Madsen.
8. min: 1-0. B68 er á odda. Andre Olsen setti brotssparkið í netið, sum hann sjálvur vann í lutfalsliga vandaleysari støðu, tá hann trekti úr brotsteiginum.
5. min: 0-0. Spælt verður í fagrastu líkindum á Toftum, har tað er málleyst fyrstu fimm minuttirnar.
Soleiðis byrjaðu tey á Svangaskarði:
Dómari: Petur Reinert.
KÍ: Gunnar á Steig Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Kristian á Lakjuni, Sigmund Jacobsen Monrad H. Jacobsen, Philip Djordjevic, Kristoffur Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Álvur Christiansen Steffan Kalsø
B68: Tórður Thomsen Jóhan Petur Poulsen, Christian Stein Stockholm, Ndende, Niklas Joensen Jónleif Højgaard, André Olsen, Dion Splidt, Jann Ingi Petersen, Remi Langgaard Keita.