Klaksvíkingar fara í morgin á Svangaskarð. Hagtølini siga, at tað verður torført hjá heimaliðnum. B68 og KÍ, sum í fyrradagin fylti 96 ár, hava verið saman í 1. deild síðani 1981. Í 1988 varð besta deildin víðkað til tíggju lið, og síðani tá hava B68 og KÍ spælt tólv landskappingardystir á Toftum. KÍ hevur vunnið seks ferðir, tríggjar ferðir hevur verið javnt, og B68 hevur vunnið tríggjar ferðir. KÍ hevur vunnið fýra tey síðstu árini. Síðsti B68 sigurin móti KÍ á Svangaskarði var í 1995. Tá var úrslitið 2?1. Samlaði málmunurin hjá B68 hevur verið 13?23.
Stórir bitar
Síðani nakað fyri summarsteðgin hevur B68 spælt heimadystirnar á grasvøllinum. Men ímóti KÍ verður spælt á graslíkinum. KÍ plagar at standa seg væl á grasinum, og teimum líkar væl at spæla har. Men toftamenn bedýra, at tað er ikki tí, at teir halda tað vera sær sjálvum til fyrimunar, at teir flyta av grasinum og á graslíki.
Stórt trýst hevur verið á grasvøllinum í summar, og tað verður stórt trýst komandi vikuna. Landsdystur verður annan sunnudag. Føroyska liðið ætlast at hava fyrstu venjingina hóskvøldið, og teir fara ivaleyst at venja tvær ferðir fríggjadagin og leygardagin, umframt at slovenarnir fara at venja har leygardagin. Tí hevur B68 í vikuni vant á graslíkinum.
Á Toftum droyma teir um altjóða fótbólt komandi ár. Um atgongumerki skal vinnast til í hvussu so er UEFA, so er treytin í minsta lagið næstfremsta plássið. B68 er næstfremst, men skulu teir varðveita hetta plássið og kanska lyfta seg upp á fremsta plássið, so skulu stórar uppgávur loysast til fullnar. Aftaná at KÍ hevur verið á Svangaskarði, skal B68 til Runavíkar, so fáa teir vitjan av HB, áðrenn teir fara til Vágs og runda av móti GÍ á Svangaskarði.
Jan Petersen fær fáar minuttir ímóti KÍ í ár. Í Klaksvík fekk hann reyða kortið, og nú er hann leikbannaður. Arnbjørn Danielsen var leikbannaður á Sandi. Hann er tøkur aftur. So fæst at síggja, hvat vandamiklasta álopsparið í landinum fer at megna ímóti KÍ málinum.
Allir eru tøkir
Í Klaksvík hava teir í venjingini í síðstu viku og í hesi vikuni spælt nógv til tvey stór mál. Tað hevur líkað spælarunum sera væl.
Tomislav Sivic hevur allar spælararnar tøkar, tá teir koma á Svangaskarð. Ímóti GÍ var liðformaðurn Jan Joensen burturstaddur, Nú er hann tøkur aftur. Spurningurin er so, hvat venjarin fer at gera við avloysaran síðsta sunnudag. Símun Waag Høgnesen stóð serliga í 1. hálvleiki sterkur í myndini.