B68 bíðaði í 34 ár

Tá ið B68 smápiltarnir leygardagin tryggjaðu sær FM, var tað fyrsta ferðin nakrantíð, at eitt dreingjalið hjá B68 gjørdist meistari

Smápiltarnir á Toftum skrivaðu søgu leygardagin. Eftir fyrra FM finaluumfarið í Klaksvík næstsíðsta leygardag vóru teir á odda, og í seinna finaluumfarinum, sum var í Vági síðsta leygardag, vunnu B68 smápiltarnir aftur allar dystirnar. Harvið vóru teir føroyameistarar við fullum stigatali.
Foreldrini vóru saman við smápiltunum í Vági, og tá ið ferðalagið kom aftur á Svangaskarð leygarkvøldið vóru omanfyri hálvt annað hundrað fólk komin saman at fagna yngstu føroyameistarunum av øllum í dreingjadeildunum.
At B68 smápiltarnir skrivaðu søgu komst av, at hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at eitt dreingjalið hjá Tofta Ítróttarfelag varð meistari. Besta B68 liðið hevur verið meistari tríggjar ferðir, og gentur 14-17 ár hava bæði verið meistarar og steypavinnarar. Men inntil í ár hevði tað ongantíð eydnast dreingjum á Toftum at vinna FM.
Onkra ferðirnar hevur verið tætt við. B68 luttók fyrstu ferð í dreingjadeildini í 1972. Árið eftir taptu piltarnir finaluna móti HB, og aðrar ferðir hevur aftur verið tætt við.
 
Góður árgangur
Edmund Jacobsen, fyrrverandi verjukempa og fleirfaldur meistari við B68,  hevur verið venjari hjá B68 smápiltunum. Fyri fimm árum síðani var tætt við, at hann og dreingirnir, sum hann vandi, vunnu FM, men teir endaðu á fjórða plássi.
- Eg tordi ikki at gleða meg ov tíðliga. Okkara dreingir høvdu fult stigatal eftir fyrra finaluumfarið í Klaksvík. Í fyrsta dystinum í Vági stóð nógv á. HB var á odda 1-0 og 2-1, og tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at vit skoraðu sigursmálið. Tá ið vit so frættu, at VB/Sumba, sum eftir fyrra umfarið í Klaksvík var næstfremst, hevði tapt 1-0 móti KÍ, so var eg vísur í, at tað fór at eydnast, sigur Edmund Jacobsen við heimasíðuna hjá B68, b68.fo.
Talan er um góðan árgang á Toftum. Eisini b liðið vann sín økisbólk, men tað liðið helt ikki fram í FM bólkinum, tí reglurnar áseta, at hvørt felagið bara skal vera umboðað av einum liði.
Hóast tað ikki hilnaðist so væl hjá VB/Sumba á heimavølli, sum tað gjørdi í Klaksvík, so endaðu suðuroyingarnir á silvurplássinum. Stóru feløgini  HB og KÍ  tóku sær av triðja og fjórða plássinum.
 
 

 
Smápiltar
 
Fyrra finaluumfar í Klaksvík
B68-HB 3-2
KÍ-VB/Sumba 1-3
B68-KÍ 1-0
HB-VB/Sumba 1-4
KÍ-HB 0-2
VB/Sumba-B68 0-4
 
Seinna finaluumfar í Vági
VB/Sumba-KÍ 0-1
HB-B68 2-3
KÍ-B68 0-2
VB/Sumba-HB 2-1
B68-VB/Sumba 1-0
HB-KÍ 4-0

Smápiltar  endaliga støðan
1. B68           6                    6-0-0             14-4              18
2. VB/S         6                    3-0-3             9-9                9
3. HB             6                    2-0-4             10-10            6
4. KÍ              6                    1-0-5             2-12              3