Í dag fær illa sperda B68 vitjan av klaksvíkingum, sum seinastu ferðirnar hava staðið seg heilt væl:
Javnleikur á útivølli ímóti Víkingi, sigur í Gundadali ímóti B36 og sigur ímóti HB í Klaksvík. Tað er úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar hjá KÍ. Eyðun Klakstein fegnast um gongdina. Samstundis ásannar hann, at tað eru úrslitini ímóti niðastu liðunum, sum eru orsøk til, at KÍ framvegis er á sætta plássi:
-Vit taptu fyrr í summar 5-3 á Svangaskarð, og á heimavølli ímóti B68 endaði tað málleyst. Tí taka vit ferðina út á Toftir seinnapartin í sera stórum álvara. Tað er nú, at vit skulu standa royndina. Ímóti HB vístu spælararnir, at teir megna at vinna nærdystir. Hetta var serliga í 2. hálvleiki, og um vit skulu hugsa um at vinna á B68, so er fyrsta treytin, at hesin parturin riggar.
Hjá KÍ er Bárður J. Heinesen leikbannaður. Heðin á Lakjuni er ivasamur orsaka av skaða, og Ísak Simonsen er tøkur aftur eftir leikbann.
B68 venjarin Jógvan Martin Olsen rósar sínum spælarum:
-Í Fuglafirði arbeiddu teir nógv og væl, og í løtum hekk spælið væl saman. Hóast tað ikki sær so væl út, so eiga spælararnir rós fyri hugburðin, sum teir vísa undir venjing. Vit ætla at enda kappingarárið væl, sigur B68 venjarin.
Tveir B68 spælarar eru leikbannaðir í dag: Jóhan Dávur Højgaard og Kristian Anton Andreassen sóu báðir gult í Fuglafirði – Jóhan Dávur fyri áttandu ferð og Kristian Anton fyri fimtu ferð – og harvið eru teir leikbannaðir í dag.