B6 á tingi

Millum munnligu fyrispurningarnar í tinginum mikudagin vóru eisini tveir, sum viðvíktu støðuna á B6

 

B6

Kreppukenda støðan á B6 hevur verið nógv at hoyrt og sæð til hesar seinastu vikurnar. Málið snýr seg í stuttum um, at 18 sjúkrasystrar mestsum í einum hava sagt seg úr starvi. Hesar vóru so ónøgdar við umstøðurnar á deildini, at tær sóu ongan annan møguleikan uttan at siga seg úr starvi.

Sjúkrahúsleiðslan hinvegin metir, at arbeiðsstøðurnar eru nøktandi fyri deildina. Sjúkrahúsleiðslan er til reiðar at veita starvsfólkunum betri arbeiðstól, men heldur tað ikki vera neyðugt við fleiri starvsfólkum, soleiðis sum kravið hjá sjúkrasystrunum hevur ljóðað.

Partarnir hava ikki flutt seg nakað merkisvert nærri at hvørjum øðrum, og nú er málið so komið fyri hægsta lógarmyndugleika í Føroyum, Løgtingið.


Fyrispurningur

Støðan á B6 var í veruleikanum reist í tveimum umførum í tinginum mikudagin. Tann fyrsti, sum spurdi um støðuna var Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann spurdi Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, um starvsviðurskiftini á B6.

Í svari sínum segði Sámal Petur í Grund m.a., at arbeitt verður við málinum. Hann nevndi eisini, at málið skal gjøgnum nakrar prosessir, og hetta eiga vit at minnast til, soleiðis at vit ikki loypa nakra prosess um.

Kristian Magnussen segði eisini, at tað átti sagt landsstýrismanninum okkurt, tá ið 18 sjúkrasystrar siga seg úr starvi.

Sámal Petur í Grund ásannaði, at tað var talan um eitt neyðarróp. Hann segði samstundis, at tað verður arbeitt við einari loysn.

Kristian Magnussen segði dagin eftir, at hann ikki metti svarið frá landsstýrismanninum vera nøktandi. Tá hann varð spurdur, hvat hann og hansara flokkur kunna hugsast at gera í hesum málinum, svarar hann:

?Tað er í roynd og veru ikki nógv, sum vit kunnu gera sum andstøðuflokkur. Vit kunnu bert vísa á, hvussu støðan er, sigur Kristian Magnussen.


Misálit

Finnur Helmsdal bar eisini fram ein munnligan fyrispurning mikudagin. Hann spurdi um markið millum fyrisitingarligar og politiskar avgerðir. Munnligifyrispurningurin varð stílaður til løgmann, men snúði seg í roynd og veru um Sámal Petur í Grund.

Finnur Helmsdal setti spurnartekin við, um tað er ílagi, at Sámal Petur ger sum hann ger í sambandi við sjúkrasystrarnar á B6.

?Hugburðurin er blóð skeivur. Her er talan um ein rættiliga arrogantan holdnin frá landsstýrismanninum. Hann er kvalifiseraður til eitt misálit, segði Finnur Helmsdal í tinginum mikudagin.

Tjóðveldistingmaðurin vildi hava løgmann at koma við ábreiðslum til Sámal Petur í Grund.

Løgmaður svaraði spurninginum við at siga, at tann politiska avgerðin í hesum sambandi var at játta pening. Um tað skuldi vera soleiðis, at løgmaður skuldi taka um endan í øllum tílíkum málum, so hevði hetta enda við reinum kaos.

Finnur Helmsdal segði seinni, at hann ikki ætlar at gera álvara av tonkunum um at reisa misálit.