Leygardagin var B36 á vitjan heiman á Sandi, og heldur óvæntað fóru havnarmennirnir av Sandoynni aftur við øllum trimum stigunum. Eittans mál kom í dystinum, og tað fekk B36 tjúgu minuttir fyri leiklok.
Undan umfarinum í vikuskiftinum var B36 á næstaftasta plássi í 2.deild, meðan B71 lá ímillum ovastu liðini, so ósigurin má koma sandoyingum dátt við í teirra stríði um uppflyting.
B36 væl mannað
Til dystin ímóti hevði B36 fleiri útisetar við, og tað sást eisini avgjørt aftur, tí 2.lið hjá B36 hevur neyvan verið so sterkt mannað í hesum kappingarárinum. Menn sum Herbert í Lon Jacobsen, Eyðun Højgaard, Finn Mørk og Jan Guttesen hava allir nógvar royndir við fyrstu deildar-fótbólti, og hetta kom væl við hjá B36 leygardagin.
Tvørturímóti vóru B71 nakað viknaðir, tí bæði skaðar og leikbann høvdu við sær, at allir mans ikki vóru tøkir. Ein polendingunum hevði leikbann, Jógvan Jón Petersen hevur ikki vant eftir summarsteðgin og Eirikur Hansen hevur brotið sær beini, so sandoyingar vóru nakað sperdir til dystin leygardagin
Vindharður fyrri hálvleikur
Rættiliga nógvur vindur var heiman á Sandi leygardagin, og hetta darvaði spælinum nógv. B36 hevði undanvind í fyrra hálvleiki, og hetta sást eisini aftur í býtinum av spælinum. Bólturin var einamest sandoyarhálvuni, men tað treyt við B36-málmøguleikum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom tó ein B36-leikari at liggja væl fyri í B71-brotsteiginum, men Waldemar Noviscki bjargaði.
Serliga í fyrra hálvleiki sást lítið til tað flótandi spælið, men í øðrum hálvleiki batnaði. Vindurin linkaði nógv, og bæði liðini høvdu væl lættari at spæla.
B36 hevði eisini í seinna hálvleiki yvirvág í spæli, og spældu seg fram til fleiri møguleikar. Heini í Skorini var tvær ferðir leysur við Waldemar Noviscki, men B71-málverjin bjargaði báðar ferðir væl.
Einasta málið í dystinum kom tjúgu minuttir fyri leiklok. B36-framherjin, Heini í Skorini, varð feldur í B71-brotsteiginum, og dómarin var eirindaleysur, og dømdi brotsspark.
Karl Leonson varð settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið. Eftir málið, royndi B71 at trýsta B36 , og tí einuferðina var veteranurin Eli Hentze rættiliga nær við, tá hann var so óheppin at raka tvørstongina við góðum skoti.
B36 helt fast tað sum eftir var av dystinum, og kunnu við teimum trimum stigunum kenna seg eitt sindur tryggari í botnstríðinum, meðan fyri sandoyingum hevði ósigurin við sær, at liðið ikki hevur ráð at seta fleiri stig til, um møguleikin fyri uppflyting framhaldand skal vera til staðar
B71- B36 0-1 (0-0)
0-1 Karl Leonson (br)