B36 við røttum ryggi úr Brøndby

Við ógvuliga væl upplagda Súna Olsen á odda tók óroynda B36 liðið broddin av Brøndby, sum ikki eigur at kenna støðuna heilt trygga undan Føroya ferðini

Gumpatungir føroyskir amatørar og ótryggur málverji, sum tað eigur at bera til at fáa bóltin framvið. Tað var inngangandi skoðsmálið, sum B36 spælararnir fingu, tá ið teir í gjárkvøldið vitjaðu á Brøndby stadion.

Tað varð væntað, at nýggja Brøndby liðið skuldi vinna trivaligan stórsigur, og at eingin spenningur harvið skuldi verða undan Føroya ferðini. Men Brøndby vann bara 1-0.

Brøndby er framvegis favorittur av spæla seg víðari, men undan fyrstu altjóða avbjóðingini á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið 31. juli er tað spenningur um samantalda úrslitið. Tí er tað ikki meiri enn rímuligt, um tað í B36 verður roknað við stórum áskoðarastuðli um tvær vikur.

Sammett við undanfarin ár eigur B36 liðið ikki nógvar spælarar við altjóða royndum. Tað merktist ikki nógv til tann veruleikan. Eftir heimatrýst fyrra partin av 1. hálvleiki, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá B36. Leikferðin var ikki høg, B36 spælararnir vóru væl skipaðir í verjupartinum, teir vóru stinnir í nærdystunum, og teir høvdu sjálvsálit at bjóða av ein ímóti einum og til at fara í álop.

Royndirnar hjá Súna Olsen vóru týdningarmiklar á miðvøllinum. Fyrrverandi superligu spælarin tordi at hava bóltin, hann dugdi væl at skifta kós og at spæla í dýpdina, og hann hevði fleiri skotroyndir úti frá.

Ein minutt undan steðginum var støðan spent í Brøndby brotsteiginum eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen. Tað endaði við, at Jóhan V. Gunnarsson, sum hesa ferð var raskur miðvallari í vinstru, fluktaði úr góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av.

Í 2. hálvleiki var spentasta støðan frammanfyri Brøndby málið, tá ið liðformaðurin Klæmint Matras, sum alla tíðina ofraði seg fullkomuliga á miðvøllinum, við høvdinum snittaði til frísparksframlegging frá Súna Olsen. Bólturin brast í stólpan!

Sam Malsom arbeiddi nógv og dugdi væl at bjóða seg til sum fremsti álopsspælari. Bergur Midjord og Hanus Thorleifsson vóru deiliga óimponeraðir í høgra borði, har tað mesta av álopspartinum gekk fyri seg, samstundis sum teir høvdu yvirskot at hjálpa til í verjupartinum.


Ikki nóg neyvir

Brøndby var vónbrot. Teir megnaðu bara at fáa bóltin í netið aftanfyri sera sannførandi Meinhard Joensen, tá ið svenski miðverjin Max von Schelbrügge fýra minuttir eftir steðgin við nærra stólpan eftir horna úr høgru við høvdinum snittaði bóltin yvir í handara síðunetið.

Liðavrikið hjá heimamonnunum hekk ikki nóg væl saman, og oftast megnaðu teir ikki at bróta ígjøgnum væl skipaðu B36 verjuna. Magnus Olsen og Santos røktu vongverjarnar væl, og serliga stinn var miðverjan. Dmitrije Jankovic sá gult longu í 11. minutti, men hann tóktist ikki darvaður av tí, og avrikið hjá Oddmar Færø var staðfesting av, at hann er upplagt miðverjuval.

Í 28. minutti hevði Meinhard Joensen superbjarging, tá ið Morten Duncan Rasmussen eftir flatt innlegg úr vinstru royndi seg úr sjey metrum, og eftir tað vísti B36 málverjin stórt sjálvsálit og framúr avrik.

Brøndby hevði møguleikar at vinna við 3-4 málum. Tað megnaðu teir ikki. B36 er á veg til hús við røttum ryggi, og B36 hevur uppiborið stóran stuðul, tá ið tað tveir dagar eftir ólavsøku verður fín vitjan í Gundadali.

Heðin Askham og Kári Nielsen og teirra menn vóru fín umboðan fyri føroyskan fótbólt á Brøndby stadion!


Myndatekstur:

Johan V. Gunnarsson spældi ein fínan dyst sum miðvallari í vintru, og saman við liðfeløgunum syrgdi hann fyri, at Brøndby á ongan hátt kann kenna seg trygt undan Føroyaferðini

Mynd: Polfoto


--------------------------



Súni sær møguleikan


Hóast Brøndby framvegis er stórfavorittur, so heldur Súni Olsen møguleika vera fyri, at B36 kann spæla seg víðari í kappingini


FÓTBÓLTUR

Jóannes Hansen

joannes@sosialurin.fo


Besti maður á vølli. Tað var skoðsmálið, sum danska pressan gav Súna Olsen eftir síðsta bríkslið í Brøndby í gjárkvøldið. Harvið hevði landsliðsspælarin mint feløgini í superliguni á, at fyrrverandi AaB og Viborg spælarin framvegis er til!

- Vit eru hepnir at halda tætt, og tað ber við sær, at tað alla tíðina er intensitetur í. Tað var spell, at vit ikki skoraðu, tí so hevði tað verið heilt spennandi undan returuppgerðini.

Er møguleiki fyri at tit kunnu spæla tykkum víðari í kappingini?

- Teir eru framvegis favorittar, men vit fara at stríðast fyri sensatiónini. Hon lúrir onkra staðni, men hon gerst bara til veruleika, um vit geva okkum fullkomuliga, og um vit hava alt hepni á okkara síðu, samstundis sum teir eru óhepnir. Men tað er møguleiki fyri tí, helt Súni Olsen.



Køhlert var rísin


Brøndby venjarin sigur seg ikki kvíga fyri, at hansara lið fer at dumpa á graslíkinum í Gundadali


FÓTBÓLTUR

Jóannes Hansen

joannes@sosialurin.fo


Brøndby venjarin Tom Køhlert var ikki nøgdur við tað, sum hann hevði verið eygnavitni til á Brøndby stadion. Men kortini segði hann seg ikki kvíga fyri, at tað ikki skal eydnast hansara monnum samantalt at vinna á B36 og harvið at spæla seg víðari í kappingini.

- Dysturin verður á graslíki, men tað er ikki heilt fremmant fyri okkum. Donsku feløgini hava graslíkisvallir, sum vit ein part av árinum venja á. Undan ferðini til Føroya fara vit at venja 2-3 ferðir á graslíki. Meiri er ikki í tí enn tað, staðfesti Brøndby venjarin, sum ikki var nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.

- Boðini vóru at spæla skjótt, at trýsta teir langt frammi á vøllinum og at vera neyvir í royndunum ímóti málinum. Tað er skjótt at staðfesta, at einki av hesum eydnaðist, sum ætlanin var, at tað skuldi gera, og tí varð úrslitið soleiðis, sum tað varð. Vit høvdu møguleikar at skora fýra mál, og eg kvígi ikki fyri, at vit ikki fara at spæla okkum víðari í kappingini, var viðmerkingin hjá Brøndby venjaranum, sum var væl nøgdur við, at tað ikki hevði eydnast B36 at fáa mál.